Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 12.08.2018 (23:00)

Gekkamillióningar greiða frá

Fyrstu ferð Gekkurin fór upp um eina millión var í 2008, og aftaná 2013 bleiv tað meira vanligt at síggja milliónaupphæddir í Gekkinum, tá Kringvarp Føroya hevði broytt leistin og sett fleiri pengar í spælið. Síðani 2013 hevur Gekkurin verið omanfyri milliónina seks ferðir tilsamans.

 

Vikuskiftis Sosialurin hevur fingið orðið á nakrar av gekkavinnarunum seinastu árini fyri at hoyra, hvussu tað hevur gingist teimum sum gekkamillióningar.

 

 

 

Petur Johansen úr Leynum vann 2,2 milliónir

 

- Tárini trillaðu niður eftir andlitinum

 

Petur Johansen úr Leynum gjørdist í apríl 2016 hepni vinnarin av tá metstóra Gekkinum, sum var 2,2 milliónum krónur.

 

Tá hann kom ígjøgnum, helt hann, at tað var so sjáldan, at nakar valdi tann gula leypin, so har valdi hann at koyra pengarnar í. Aðru ferð hann snaraði, steðgaði hjólið á gula leypinum, og Petur Johansen gjørdist harvið størsti gekkavinnari nakrantíð.

 

- Fyrst trúði eg ikki uppá, at eg yvirhøvur hevði fulla plátu. Tá eg so ringdi inn og kom ígjøgnum, var tað bara heilt ótrúligt. Eg vildi illa spýggja, tá hjólið steðgaði á gula leypinum,  og tárini trillaðu niður eftir andlitinum. Eg hevði so aldrin í lívinum væntað, at eg fór at vinna, sigur Petur Johansen.

 

Dagin eftir skuldu milliónirnar hátíðarhaldast, og tað varð gjørt við grill og einum balli.

 

- Fólk vóru ógvuliga glað. Fleiri, sum eg ikki kendi, ynsktu mær alt tað besta, so tað var deiligt, at eingin fekk ilt í bakpartin av, at eg vann. 

 

Gekkavinnarin úr Leynum fortelur, at hann næstan ongantíð spælir Gekk meira, uttan so at tað er saman við familjuni. Men hvørt fríggjakvøld, tá Gekkurin er á skíggjanum, verður hann enn mintur á, at hann vann Gekkin í 2016.

 

- Eg verði mintur á tað næstan hvørja viku, men tað er bara í skemti frá fólki og serliga kammeratum. Men tað nyttar ikki at øsa seg um tað, eg taki tað bara vid einum smíli, sigur hann.

Petur sigur, at hann hevur verri enn so brúkt allar pengarnar upp. Hann hevur givið nakað burtur til familjuna, og annars hevur hann keypt sær grundstykki og goymir pengarnar, til hann fer at byggja hús.

 

 

 

Súsanna Dahl Jacobsen úr Klaksvík vann 1,1 millión

 

- Fingið ymiskt, eg altíð havi ynskt mær

 

Fyri tveimum árum síðan slapp ein heppin klaksvíkingur ígjøgnum at snara gekkahjólinum. Tað var Súsanna Dahl Jacobsen, og hon vann 1,1 millión í august 2016.

 

Hon koyrdi pengarnar í tann reyða leypin, og tá hon eftir fyrsta snar kom á tann gula leypin, kundi hon ikki verið minni áhugað í køkinum og teldupakkanum, sum fjaldi seg í tí leypinum. Hon vildi hava alt ella einki.

 

- Eg lurtaði slett ikki eftir vertinum, tá hon fortaldi, hvat mann kundi vinna. Eg koyrdi beint víðari eftir milliónini. Tað skuldi vera antin alt ella einki. Tíbetur kom tað á tann reyða gekkin aðru ferð, eg snaraði, sigur Súsanna og flennur spent.

 

- Eg blívi næstan líka reyð um oyruni nú bara av at tosa um tað. Tað var so lekkurt og óveruligt, mann trýr tí ikki.

 

Tá hon vann, spurdist eitt stórt ball burturúr heima hjá henni. Tað var Sjómannadagur tað kvøldið, so hendan Sjómannadagin fer hon neyvan at gloyma.

 

- Húsið varð pakkað við fólki næstan beinanvegin. Tað hoyrist jú so skjótt, hvør hevur vunnið. Grannarnir komu inn í gongina, beint tá eg var komin ígjøgnum, og teir stóðu har, meðan eg snaraði. Tað var ball fallera til tann ljósa morgun við sjampanju, øli, víni, bommi og øllum, sigur Súsanna Dahl Jacobsen.

 

Hvør króna skuldi ikki longur vendast, og hon slapp frá at hugsa um at kanna bankakontuna allatíð fyri at hyggja, um har var nakað á.

 

- Nú kundu vit forskelligt, sum vit ongantíð høvdu kunnað áðrenn. Eg havi fingið ymiskt, sum eg altíð havi ynskt mær, m.a. nýggjan køk, stóra altan við dupulthurð, vindeygu, nýggjar møblar og bil. So havi eg eisini hjálpt børnunum við at gjalda ymiskt hjá teimum. Tað er so óveruligt at eiga so nógvar pengar.

 

Henni dámar væl at spæla Gekk og følir hvørja ferð við teimum, sum vinna, tí hon veit, hvussu tað kennist.

 

- Eg hugdi við, tá Gekkurin á 3,4 milliónir fór 3. august. Eg kendi hasa kensluna aftur - mann flýgur langt omaná. Hatta er simpulthen so vell. Mann følir við teimum, sum vinna, og eg verði so glað teirra vegna, sigur Súsanna Dahl Jacobsen.

 

 

 

Sunrid Nielsen úr Sandavági vann 1,2 millión

 

- Hetta broytir ikki meg 

 

Sunrid Nielsen og maður hennara, Hans Arni Nielsen, hildu 29. juni í ár føðingardag í Gásadali. Hans Arni fylti 85 ár tað fríggjakvøldið, og í tí sambandinum vóru tey 18 fólk samlað í Gásadalsgarðinum, og tey spældu øll Gekk við tilsamans 85 gekkaseðlum.

 

Gekkurin var 3,6 milliónir, sum er størsta gekkaupphædd nakrantíð, og Sunrid Nielsen slapp ígjøgnum. Hon valdi at deila Gekkin upp, soleiðis at 1,2 millión kom í hvønn leypin. Spenningurin í Gásadali var stórur, greiðir hon frá, og eftir tvey snar endaðu tey á tí gula leypinum. 

 

- Tað var so óveruligt, tí eg havi altíð sagt, at tað ikki ber til at vinna í Gekkinum. So eg føli hatta akkurát sum eina ordiliga gávu. Eg haldi ikki, eg fataði, at vit høvdu vunnið nakað, fyrr enn øll hini byrjaðu at rópa, greiðir hon frá.

 

Okkurt týðir á, at tað loysir seg at keypa 85 gekkar. Tí hetta fríggjakvøldið komu tey í Gásadali nevniliga tvær ferðir ígjøgnum. Báðar ferð var tað Sunrid, ið átti vinnaraseðilin, og talan var enntá um tveir ymsar seðlar. Øll 18 fólkini ringdu inn, tilvildin vildi, at tað skuldi vera dóttirin, Solveig, ið slapp ígjøgnum báðar ferðir.

 

Sunrid Nielsen sigur, at gekkavinningurin fer ikki at broyta uppá hana uppá nakran máta. Hon hevur eisini gjørt av, hvat pengarnir skulu brúkast til.

 

- Hetta broytir ikki meg. Men tað ger alt so nógv lættari. Eg havi eini eldri hús, sum treingjast til at gerast í stand, so tað rokni eg við, at tað mesta verður brúkt til. Og so vænti eg, at ein partur fer til børnini og ommubørnini. Eg fari ið hvussu er ikki út at ferðast, flennir hon.

 

 

 

Longri samrøður eru at lesa í Vikuskiftis Sosialinum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her