Geo Caribbean á Klaksvík

Eftir døgurða kom stórt seismikskip, Geo Caribbean, inn á Klaksvík.

 

Teir koma frá dokk í Frederikshavn, har teir hava gjørt skipið klárt, og so fóru teir út í rúman sjógv at royma ymsa útgerð norðanfyri Shetland.

 

Tá ið teir vóru so nær Føroyum, og skiparin var Høgni Vest og stýrimaðurin, Jóan Magnus Johannesen  - báðir úr Klaksvík, varð valt at sigla til Klaksvíkar, har nakrir av manningini fóru heim og nýggir serfrøðingar koma umborð í morgin.

 

Teir fara so aftur í rúman sjógv, sum krav er um til slíkar royndir, og koma so inn aftur týsdagin.

 

Tá ið royndirnar eru av, verður farið aftur til Frederikshavn at gera skipið klárt, sum tekur um tríggjar vikur.

 

Hvagar skipið síðani fer, er enn heilt í tí óvissa. Tá ið skipið er fullmannað, telur manningin um 68 fólk.

 

Skipið er 100 m langt og er tað CGG Aidesvik í Noregi, sum eigur bátin, ið hevur ligið stillur í tvey ár. Nú tykist sum tað er eitt sindur meira at gera fyri slík skip, og er hann tí tikin inn aftur í vinnu - Felagið eigur níggju líknadi seismikskip.

 

Manningin er 6 vikur umborð og síðani 6 vikur heima.