Ger nýggja farleið niðan á Rossagøtuna í Havn

Í sambandi við at arbeiðið at gera Innkomuvegurin í Havn, er atkoman niðan á Rossagøtuna frá býnum forðað av arbeiðsøkinum.

 

Tí er neyðugt at gera nýggja farleið millum býin og Rossagøtuna, tí Rossagøtan verður nógv brúkt dagliga. Umsitingin mælir til, at farleið verður gjørd millum Dánjalstrøð og Rossagøtuna.

Tað sæst í frágreiðingini frá seinasta býráðsfundi í Havn, sum var hósdagin.

Fólk, ið ganga túrar á Rossagøtuni, plaga at koyra niðan á Oyggjarvegin og parkera á økinum vestanfyri omankoyringina til Hotel Føroyar. Men nú arbeitt verður við at gera tunnilsmunnan til Húsareynstunnilin, er ikki samband við Rossagøtuna tann vegin.

 

##med2##

Mett verður tí, at lagaligasta farleiðin er Dánjalstrøð-Rossagøtan. Gøtan verður gjøgnum nakrar leigutraðir, so lendið í leigumálinum skal tillagast smávegis, skrivar Tórshavnar kommuna í fundarfrágreiðingini frá býráðsfundinum hósdagin. 

##med3##

– Ætlanin er ikki, at gøtan kemur inná matr nr 1107 og matr nr 1108, sum Tórshavnar kommuna er í gongd við at selja til bústaðabygging, skrivar kommunan.

Planlagda gøtan verður sostatt umleið 450 m long, og verður kostnaðurin leysliga mett 800.000 krónur.