fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 5.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.05.2017 (22:48)

Gera enn eina roynd at forða samkyndum at giftast

Tað skal vera fólkaatkvøða um at broyta hjúnabandslógina.

 

Tað halda teir báðir løgtingsmenninir, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Jørgen Niclasen út Fólkaflokkinum.

 

Í kvøld viðger Løgtingið eitt uppskot um at broyta stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Eftir hjúnabandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið signað í eini kirkju. Tað er hetta, sum stendur í nógv umrødda stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógini.

 

Men nú Løgtingið samtykti fyri einum ári síðani at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, var tað ein treyt, at tað er eitt mál, kirkjan ikki skal blandast upp í.

 

Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn stykki tvey í grein 14 í hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið signað í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta stykki tvey í grein 14 soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

 

Í hesum sambandi er víst á, at kirkjan hevur onki ritual til at signa eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Og verður tað samtykt nú, er tað endaliga samtykt, at samkynd sleppa at giftast í Føroyum.

 

Og tað er nettupp hetta, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen nú gera eina seinastu roynd at forða fyri. Tí vilja teir hava Løgtingið at samtykkja, at tað skal vera fólkaatkvøða um málið.

 

Og teir siga, at valluttøkan skal vera minst 50 prosent og er tað framvegis meiriluti fyri at broyta hjúnabandslógina so at samkynd skulu kunna giftast, so verður fólksins vilji fylgdur.

 

Tey í andstøðuni eru samd við teimum um at hetta er ein spurningur, fólkaatkvøða eigur at vera um, men í samgonguni eru tey ikki samd.

 

– Vit eru vald á Løgting at taka avgerðir, eisini avgerðir sum hesar, segði Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.