fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Ovaru Hoydalar. Mynd: Ingi Sørensen

Annika Kunoy Im 19.03.2017 (23:02)

Gera pakkaferðir til Føroya

Seinastu árini er talið av ferðandi, sum velja Føroyar sum ferðamál, vaksið alsamt. Føroyar hava verið nógv umrøddar í altjóða miðlum, sum eitt land, ið brýtur frá gerandismeldrinum, og er eina vitjan vert. Michelinstjørnan, sum Koks vann herfyri hevur einans økt um talið av ferðadi.

 

Hetta merkist eisini hjá danska FolkeFerie, sum í summar fer at bjóða pakkaferiur til Føroya, sum geva møguleika fyri eini rundferð á oyggjunum. Ein rundferð, sum brýtur frá teimum feriunum og tí, sum er at síggja tá tú ferðast suðureftir, veit Berlingske at skriva.

 

 

-Vit leita altíð eftir nýggjum og spennandi ferðamálum, og Føroyar eru júst tað, sum tey ferðandi spyrja eftir. Her er mentan, stórfingin náttúra og fornsøga - og so er møguleiki at eta leskiligan, ektaðum noðurlendskum mat, sigur Mikkel Lind, marknaðarstjóri í folkeferie.dk við Berlingske.