fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Zakarias Wang, høgrumegin, greiðir Henriki Old frá, hví tað einasta rætta er at gera Suðuroyartunnilin og Sandoyartunnilin, ísenn

Áki Bertholdsen 11.09.2017 (17:00)

Geri Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil ísenn

Geri Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil ísenn

 

Tað er tað einasta rætta, sigur maðurin, sum longu fyri yvir 30 árum síðani tosaði um at binda alt landið saman við undirsjóvartunlum

 

Tað einasta rætta er at gera Suðuroyartunnil og Sandoyartunnilin, samstundis.

 

Tað staðfestir Zakarias Wang, sum longu fyri 30 árum síðani tosaði um at binda alt landið saman við undirsjóvartunlum.

 

Hann sigur, at Sandoyartunnilin er dýrur, men bilarnir, sum fara at brúka verða ógvuliga fáir, verður Suðuroy ikki knýtt upp í hann.

 

– Skal Sandoyartunnilin liggja sum ein deyðvekt í fleiri ár, tí at bara bilar til og úr Sandoy, skulu koyra ígjøgnum hann, verður tað ein dýr søga, sigur Zakarias Wang.

 

– Tunlarnir eru dýrir, men tað er bara við at brúka teir, at vit fáa nakað fyri pengarnar, sigur Zakarias Wang.

 

Hann vísir eisini á, at kemur stígur í, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, er vandi fyri, at stórar íløgur fara at verða gjørdar í havn og vegir í Sandoynni, so at ferðslan til og úr Suðuroy, verður leidd umvegis Sandoynna.

 

– Og tá verður tænastustigið hjá suðuroyingum munandi verri enn tað er nú, leggur hann afturat.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at talan verður undir ongum umstøðum um at leggja ferðasambandið til og úr Suðuroy umvegis Sandoynna, tí tað eru ikki umstøður til tað.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her