Gerið sum Høgni og eg gjørdu

– Gerið sum Høgni og eg gjørdu fyri 15 árum síðani, takið í hondini á hvørjum øðrum, sigur maðurin, sum kallaði Høgna Hoydal fyri Lítla Messias.


Tað var ein øgilig orrusta fyri 15 árum síðani, tá Tórbjørn Jacobsen lá í opnum stríði við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi. Málið loystist til fólkatingsvalið í februar í 2005, tá Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen tóku lógvatak saman.

 

Tórbjørn Jaocbsen skrivar soleiðis um málið í morgun:

 

»Mongum margháttligum leikum hevur man verið partur av á bonaðu fjalunum ígjøgnum árini, stríð sum vórðu loyst, endaðu í semju. Kann ætla, at mong minnast stríðið millum formannin og vangamannin fyri áleið 15 árum síðani.

Høgni, Páll, Annita og eg komu onkursvegna bóltandi inn á politiska pallin í 1998. Vit eru í einum lagnufelagsskapi, trúgv ímóti frælsishugsjónini frá barnsbeini og flokkinum, øll somul, men ymisk, kortini.

Høgni og eg hava havt okkara stríð, tey hava kortini ongantíð snúð seg um ætlanina um føroyska statin, har eru vit 100% á bylgjulongd, heldur hevur stríðið verið um onnur samfelagsmál, so ymiskir vit eru av lyndi og uppruna. Onkuntíð vóru vit undirhald í miðlunum í mánaðir, men tá eg tosaði við hann fyri løtu síðani, annars um eitt heilt annað mál, kundu vit ikki halda okkum frá at skemta við hesum, hvussu komast skal aftur á slætt innanfloks, tá slíkar støður taka seg upp.

Trý mál standa ritað í stein eftir flokstingið í Hovi. Røðarapallurin, sum var ein katastrofa, so mislukkaður, at var eg heima, hevði eg ikki tikið orðið. Upptøkan har Annita fortelur einum danskara, at Páll á Reynatúgvu er ein egoistiskur psykopatur. Triðja málið, og tað einasta sum hevur relevans, er framúr góða røðan hjá formanninum, har hann fremur paradigmuskiftið og flytir flokkin inn á frælsiskósina aftur. Balsam fyri sálina.

Málið við upptøkuni livir enn. Eitt mál ímillum tveir tingmenn, sum í útgangsstøðinum bara standa til svarðs fyri sínum persónligu veljarum.

Formaðurin eigur ikki at gerast partur av hesum you tube-málinum. Løgtingsformaðurin og formaðurin í tingbólkinum eiga ikki at seta oddvita floksins í ta støðu, at hann skal stinga fingrarnar niður í hendan fløkjustampin. Sjálvandi eigur hann alla ábyrgdina av flokkinum, sum formaður, men hetta eiga vaksin fólk, sum hava gingið uppat hvørjum øðrum í 20 ár, at finna útav sjálvi.

Annita og Páll. Setið tykkum við eitt og sama borð, á sama hátt sum vit báðir Høgni gjørdu fyri 15 árum síðani, taki í hondina á hvørjum øðrum, og haldi so fram i stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum.

Hetta væntar Tjóðveldisflokkurin av tykkum.«