Gerster fer av landinum

Royndi hondbóltsharrin hevur fingið nýtt venjarastav í heimlandinum.

Danski hondbóltsvenjarin, Henrik Gerster, sum er kendur her heima fyri at hava staðið á odda fyri fleiri føroyskum feløgum, fer nú aftur til danskan hondbólt.


Henrik Gerster hevur havt venjarastørv hjá Stjørnuni, H71, Kyndli, VÍF og HSF, men frá næsta kappingarári at rokna er hann venjari hjá mansliðnum í Odder Håndbold.


Odder Håndbold er í løtuni á 8. plássi í næstbestu donsku deildini, men felagið ætlar sær upp í bestu deildina, stendur at lesa á heimasíðu felagsins.


Henrik Gerster er giftur og búsitandi í Føroyum, men er í løtuni venjari í Noregi. Heimasíðan hjá nýggja felagi hansara skrivar, at hann væntandi flytur til Odder seinni í vár.