Leita á in.fo

Hallur av Rana 05.12.2018 (19:01)

Gestirnir steðga longri á

Hagstova Føroya hevur í dag kunngjørt nýggjastu tølini fyri gistinætur í føroysku gistingarhúsunum, ið fevnir um tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Talan er um ein vøkstur í talinum av gistinætum, hóast talið av gestum ikki er voksið nakað nevnivert.


- Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár. Tað eru 5.528 ella 4,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Samstundis var talið av innskrivingum av persónum í gistingarhúsini 52.232, ið er umleið tað sama sum í fjør. Sostatt var miðallongdin av gistingartíðini nakað longri enn í fjør, skrivar Hagstova Føroya.


Serliga eru tað ferðafólk úr Danmark, ið hava fylt føroysku hotellini higartil í ár, meðan tað er væl longri millum ferðafólk, ið koma úr londum uttanfyri Evropa.


- Ein triðingur av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, ein fimtingur úr øðrum Norðurlondum, ein annar fimtingur úr øðrum londum í Europa, aftur ein knappligur fimtingur úr Føroyum og tey síðstu 8% úr londum uttan fyri Europa, skrivar Hagstovan.


Hagstovan vísir eisini á, at samansetingin av gestunum er munandi broytt í ár, tá samanborið verður við undanfarin ár.


- Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við meir enn 50%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 15% færri, upplýsir stovnurin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her