Geytin 2019: Atli Brix Kamban

Atli Brix Kamban hevur gjørt ein dystopiskan animatiónsfilm um ein drong, sum roynir at finna foreldur síni.

Fyri triðju er filmur hjá leikstjóranum Atla Brix Kamban við í kappingini um filmsvirðislønina Geytan. Harumframt hevur Atli hevur leikstjórnað filmarnar "Nattens Stjerner" og "Sorte Hunde", sum vóru í tilnevning til Geytan í ávikavist fjør og fyrraárið. Atli er føddur í 1984, og hevur lisið Digital Kommunikation og Design og hevur tikið skeið á Kort og Dokumentarfilmskolen í Danmark.

 

Hvat snýr filmurin seg um?

- "Julians Stigi" er ein science fiction/fantasy animatiónsstuttfilmur um tveir foreldraleysar dreingir, ið royna at rýma úr einum býi, sum sær út til at fara í sor. Filmurin er um dystopi, einræði, foreldraloysi, ideologiskar bardagar og flóttafólk. Men fyrst og fremst snýr filmurin seg um ein drong, sum roynir at finna foreldur síni.

 

Hugskotið kom, meðan eg teknaði eina skitsu av einum ekspressionistiskum býi, har ein risa fílur hekk uppiyvir frá einari leinkju. Knappliga hevði eg eina heila søgu, og eg skundaði mær at skriva hana niður.

 

Hvussu fanst tú útav, at tú vildi gera filmar?

- Eg byrjaði at gera sjónbandaløg, tí eg var áhugaður í, hvussu filmar verða til. Mín fyrsti filmur var ein stop motion filmur, og so við og við lærdi eg at tekna og animera. Síðan helt eg ongantíð uppat aftur at gera film.

 

Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?

- "A Clockwork Orange" hjá Stanley Kubrick. Eg haldi, at tað eitt estetiskt meistaraverk og ein tann besti filmurin nakrantíð. Strukturelt er tað ein løgin filmur, og hann burdi ikki fungerað, men eg siti sum negldur hvørja ferð, eg síggi hann. Haraftrat kann eg nevna "The Thing" hjá John Carpenter, "Spirited Away" hjá Hayao Miyazaki og "Werckmeister Harmonies" hjá Bela Tarr.