Gilli var dagsins leikari

Gilli Sørensen var dagsins leikari hjá AaB í dystinum móti Randers FC sunnudagin

 

Føroyski landsliðsleikarin í AaB, Gilli Rólantsson Sørensen, hevur fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið í Superliguni.

 

Gilli hevur byrja teir báðar fyrstu dystirnar hjá AaB á vinstra bakki, og í dystinum móti Randers FC sunnukvøldið gekk framúr hjá føroyska leikaranum.

 

Tað gekk so mikið væl, at sambært danska spælinum Alka Superliga Manager, var Gilli Rólantsson Sørensen besti leikarin á liðnum hjá AaB sunnukvøldið. Niðurstøðan er bygt á aktiónir hjá Gilla undir dystinum, har hann skoraði flest stig á teimum barometrunum sum spælið er bygt eftir.

 

Gilli Rólantsson Sørensen vann 16 bóltar undir dystinum, hevði 2 lyklatakklingar, hevði 2 blokkeringar, og fekk stig fyri at halda málið reint.

 

Hetta var eisini nóg mikið til at Gilli Rólantsson Sørensen fekk plássið á vinstra bakki á Superliga liðnum hesa vikuna fyri Alka Superliga Manager.