Gist&Vist selt Burger King, SunSet og Baresso

Í seks ár hevur Gist&Vist rikið matarstøðini í SMS, sum Gist&Vist hevur átt saman við SMS

Í seks ár hevur Gist&Vist rikið matarstøðini í SMS, sum Gist&Vist hevur átt saman við SMS.

 

Tá Gist&Vist tók yvir um ársskifti 2012-13 høvdu matstøðini koyrt við halli at kalla síðani byrjan. Tilsamans var hallið við árslok í 2012 góðar 6 milliónir krónur.

 

Gongdin vendi í 2013, og hava matarstøðini verið rikin við yvirskoti síðani. Bersta ársúrslitið var í 2017, tá felagið hevði góðar 2,6 milliónir krónur í yvirskoti. Eginognin er í dag slakar 2,3 milliónir krónur.

 

Umleið 30 starvsfólk starvast hjá P/F Dvøljuni, sum er felagið, sum rekur matastøðini í SMS.

 

Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist sigur, at yvirtøkudagurin er 1. januar 2019, tá SMS tók yvir leiðsluna av felagnum. Samstundis takkar hann starvsfólkum í Dvøljuni:

 

Vil nýta høvi at takka hjartaliga fyri gott samstarv og fyri tykkara part í sera góðu úrslitunum, sum Dvøljan hevur skapt seinnu árini, skrivar hann til starvsfólkini.