Gittarting 2017

Gittarting 2017 verður í Spaniastovu 8. og 9. september.

Gittarting 2017 verður í Spaniastovu í Klaksvík 8. og 9. september.

 

 

Á ársins Gittartingi 8.- 9.september 2017 kann ein  uppliva eina spennandi skrá við konsert, open stage, kafé, tónaverkstaði, fyrilestrum og lutakasti av góðum Høfner gittarum.

 




Skráin á festivalinum verður:

 




Fríggjakvøldið 8. september

kl. 16:00
Rigmor Dam letur upp gittar framsýningina.
Framsýndar verða nýggjar og eldri Høfner gittarar, umframt ein røð av øðrum eldri gittarum. Allar gitararnar verða væl dokumenteraðar.

kl. 20:00
Spennandi fyrilestur frá Sissel Guttormsen, stjóri í tí kenda norska rokksavninum Rockheim.

kl. 20:30
Spennandi fyrilestur av Høfner serfrøðinginum Kield Frithiof Andersson, sum fer at tosa um Høfner og spæla uppá Høfner ljóðføri.

kl. 21:00
Netverkan, kafé og Open Stage í Miðstovuni.

 

 

Leygarkvøldið 9. september

kl. 14:00
“Mín gittar mítt ljóð” Tónaverkstovan letur upp.
Gittar úrmælingarnir Heri Joensen frá Týr, Mikkjal Hvannastein, session tónleikari og Ólavur Jakobsen, klassiksur gittar tónleikari greiða frá og vísa teirra live settup og vísa síni kynstur.

kl. 17:00
Gittar framsýningin letur upp.

kl. 20:00
Ársins trubadur konsert, sett av Signhild Johannesen, virkandi borgarstjóra. Á skránni eru Martin Joensen, Hans Andrias Jacobsen og Lena & Niklas. Atgongumerkini fáast á www.atgongumerki.fo 

kl. 22:00
Lutakastið um Høfner gitararnar verður stjórnað av Signhild Vilhelmsdóttir, Aksel á Botni og Eyðun Nolsøe. 

Lutaseðla eru at fáa í Leikalund í Klaksvík og í Tutlhandlinum í Tórshavn.

 

 

Allur innkomni peningurin fer óskerdur til Føroya Rokksavn, sum verður stovnað í Klaksvík í næstum.

.

Leygarkvøldið 9. september verður drigið um vinningarnar, sum eru: Tvær Høfner gitarar, ein signerað Høfnerbók og ein Høfner violin bassur.