Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.09.2018 (09:26)

Givnir at leita

Tað eydnaðist ikki at finna grindina, ið bleiv sædd frá landi í Hestfirði í morgun. Fleiri bátar hava leitað í Hestfirði í morgun, men eru nú á veg heim aftur. Tað upplýsir Magnus Magnussen, grindaformaður í Tórshavn.


- Vit eru á veg inn aftur nú. Vit fóru gjøgnum allan Hestfjørð uttan at finna nakað, so vit eru á veg aftur til Havnar nú, sigur Magnus Magnussen, ið metir at einir seks bátar tóku lut í leitingini.


Tað var um hálvgum átta tíðina í morgun, at fólk, ið vóru á veg av Gomlurætt í bussinum í morgun, sóu grindina og boðaðu løgregluni frá.


Tá lá grindin og grindaðist millum Hest og Gomlurætt, men tá bátar komu frá á staðið nakað seinni, var eingin grind at síggja.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her