fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Mynd: Giza Hoyvík

André Olsen 14.11.2017 (22:30)

Giza Hoyvík hevur sett venjara

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Giza Hoyvík komandi ár skal hava nýggjan venjara. Frankie Jensen, ið hevur vant Giza Hoyvík seinastu fýra árini, verður ikki venjari aftur komandi ár, og tí hevur spurningurin bert verið, hvat nýggja venjaranavnið hjá Giza Hoyvík fór at vera.

 

Í kvøld er tað vorðið greitt. Nýggi venjarin hjá Giza Hoyvík er Áki Johansen, sum í summar var venjari hjá føroyska U17 landsliðnum, ið spældi seg allan vegin til EM-endaspælið í Kroatia. Afturat tí hevur Áki Johansen eisini verið høvuðsungdómsvenjari í HB, B36 og í Giza Hoyvík.

 

Við heimasíðuna hjá Giza Hoyvík sigur Áki Johansen, at hann sær uppgávuna sum ein spennandi møguleika, tí at Giza Hoyvík alla tíðina flytir seg.

 

-       Høvuðsuppgávan hjá mær verður at byggja víðari á góða arbeiðið hjá Frankie Jensen, sum hann hevur gjørt seinastu fýra árini. Hetta er ein spennandi uppgáva við nógvum møguleikum, tí felagið stendur ikki í stað, sigur Áki Johansen.

 

Sáttmálin millum Giza Hoyvík og Áka Johansen verður galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her