Gjørdist dansandi tí hann ikki slapp at keypa í Rúsuni

Løgreglan varð boðsend at koma í Rúsuna seinnapartin í gjár, tá ein ávirkaður maður gjørdist óður í sær.

 

Ert tú týðiliga ávirkaður, tá tú kemur í Rúsuna at keypa, er ikki vist, at tú hevur eydnuna við tær.

 

Starvsfólkið skal nevniliga ikki selja rúsdrekka til fólk, sum eru sjónliga ávirkað.

 

Hetta var tað, sum hendi seinnapartin í gjár, tá ein maður gjørdist illur í sær í Rúsdrekkasølu Landsins í Havn.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at maðurin var so mikið ávirkaður, at tey vildu ikki selja honum rúsdrekka.

 

Tá øll útlit vóru til, at hann noyddist avstað aftur við turran munn, gjørdist hann dansandi, og tey í Rúsuni sendu boð eftir løgregluni.

 

- Vit fóru á staðið eftir manninum og førdu hann burtur haðani, men maðurin varð ikki handtikin, visti løgreglan at siga í morgun.