U19 gjørdist best í tveyara-roknskapinum - flyta upp í A-deildina

Føroyska U19 kvinnulandsliðið bleiv tann besti tveyarin í teimum seks undanbólkunum í Deild B

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Tað endaði eydnusamt kortini hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum í fótbólti.

 

Fyrr í dag fingu tær onga hjálp frá Armenia, og tær endaðu aftanfyri Turkaland á fyrsta plássinum við verri málmuni.

 

Men nú allir seks undanbólkarnir í deild B eru avgreiddir, so standa Føroyar sum besti tveyarin, og einasti ósigraði tveyarin.

 

Útfallið av tí er, at Føroyar vinna seg víðari í EM-undankappingini, og tær skulu tí kappast í A-deildini seinni í ár.

 

Føroyar spældu 1-1 móti turkisku vertunum, og tær vunnu 3-1 á Armenia. 

 

Fyri stuttum vann føroyska U17 kvinnulandsliðið seg víðari til A-deildina á heimavølli á Tórsvølli, so hetta eru góðir dagar hjá føroysku kvinnu-ungdómslandsliðunum.

 

 

 

 

 

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir