Leita á in.fo

Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl lovar, at hini níggju liðini í Betrideildini skulu fáa tað strævið ímóti Suðringum seinasta triðingin av kappingini

Heri Simonsen 12.08.2018 (18:55)

Glenn lovar strævnan dyst hjá øllum mótstøðuliðum

Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, svenski Glenn Ståhl tók til orð sum ikki eiga at verða nýtt í útvarpshøpi, tá hann í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á FM1 lýsti hvussu strævið tað fór at verða hjá øllum hinum níggju liðunum í Betrideildini hjá monnum at spæla ímóti Suðringum seinasta triðingin av kappingini.

 

Glenn Ståhl iðrar seg um, at NSÍ fór avstað við einum 1-0 sigri við Løkin í Runavík í dag, men hann er nøgdur við hugburðin og stríðsviljan sum mundi borið eitt stig heim.

 

Glenn Ståhl er fegin um at hava 16 spælarar í hópinum nú, og ikki bara 12, og nú lovar hann øllum mótstøðuliðunum ein skarpan gang.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Glenn Ståhl á FM1.

 

Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av sigursmálinum hjá NSÍ, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við sigursmálskjúttan, Klæmint A. Olsen hoyrast HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her