Leita á in.fo

Edmund Joensen 06.06.2018 (13:39)

Gløggir sannleikar úr eplaveltuni

Tá ið ikki ber so væl til við Tjoðveldisflokkinum við ræðið, og at hann ikki vil bjóða sær til at finnast at politikkinum – og uppstilling má eisini hugsast um – so má finnast uppá okkurt heilt annað.

Skipanin, sum Løgtingið hevur samtykt, kann altíð fáa skyldina fyri eitt ella annað. Hon má broytast í stundini, heldur Eirikur. Men hvat, hon skal broytast til, verður ikki sagt. Tað liggur líka sum í luftini, at nú má farast aftur til avgomlu skipanina við 7 valdømun.

Hetta er ein skipan, sum í sera nógv ár skeiklaði atkvøðubýtið millum flokkar í Løgtinginum, og ein skipan, sum føroyingar ikki longur vilja hava.

ÓHAPPAMAÐUR
Maðurin í eplaveltuni er serkønur í at kanna óhepnar samanfallandi umstøður, tá ið ólukkur henda, flogfør detta niður, tok koyra av jarnbreytum, bilar fara av vegnum, og helst eisini, tá ið seyðir verða yvirkoyrdir, o.s.f.

Út frá hesari fantastisku servitan kemur hann til, at valskipanin má broytast. Edmund Joensen hevur jú gjørt hana fyri sína egnu skyld fyri at verða afturvaldur. Samanfallandi ólukkunar, sum hann uppfinnur, siga frá hesum, sambært honum sjálvum.


NÚ ENDAR HEILT GALIÐ

Vanlukkurnar byrja við at Løgtingið, hugsið tykkum, velur Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum til formann fram um Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi. Og so einaferð afturat velja hann við øllum atkvøðunum i Løgtingininum. Tað sigur seg sjálvt, her má enda galið. Tað ger tað eisini sambært Eriki i Jákupstovu.

Ikki færri enn 19 av 32 tingfólkum úr øllum politiskum flokkum á Løgtingið atkvøddu fyri einum valdømið. Frammanundan varð gjølla kannað hjá øllum flokkum, um undirtøka mundi vera til at broyta til eitt valdømi. Undirtøkan var góð.

Hetta má sjálvandi vera sjálvdráttur hjá Edmundi, uppsnissaður sum hann er.

Ikki minst í Tjóðveldinum var stór undirtøka fyri einum valdømi, so her hevur Jákupstovumaðurin helst eina avbjóðing.


20 ÁRA TALA UM EITT VALDØMI

Ikki at taka tað við, at skipanin var himmalrópandi órættvís í nógv ár, og at Tingið í eini umleið 20 ár hevði tosað um broytingar og eitt valdømi, tað virkar heldur óumhugsað.

Nú oyggjarnar eisini vóru samanbundnar, so eini 85 prosent av Føroya fólki kundu koyra til hvønnannan innafyri ein tíma ella so, og so at samgonguskjalið hjá samgonguni segði, at valskipanin skuldi endurskoðast, tað hevur løgið nokk ongan áhuga hjá Eriki í Jákupstovu.

Heldur ikki, at Tingið kundi meta stórdriftsfyrimunir við tíðini, sum kundu vísa seg við felags havnaløgum, bátahyljum, skúlum, ítrottaøkjum, eldraøkinum o.s.f. Hetta kemur ikki geniinum til hugs.

KVINNUR FJØLTÁTTAST Á TINGI
Umframt hetta, at við einum valdømi komu nógv fleiri kvinnur í Løgtingið. Á Tingi hava vit brúk fyri kvinnum. Tær hava ofta aðrar hugsanir enn menn, tær eru jú vitugar og gløggar. Hetta leggur Jákupstovumaðurin ikki lag í. Hann hugsar bert um seg sjálvan og 7 avoldað valdømi.

Her koma húðaskógvarnir undan.

At tað er eitt mál, sum eitt landstýri – við góðari samvitsku – kann leggja til Løgtingið sjálvt at loysa, sum t.d. egnu valskipan, tað kemur heldur ikki serfrøðinginum til hugs.

Hetta var so valskipanin. Eirikur vil sjálvandi hava, at tað er Edmund Joensen, sum avgreiddi alt sjálvur. Sannleikin er, at allir flokkar í Løgtinginum – uttan bindingar av samgonguni – kundu taka avgerð um tað eina valdømið. Tað endaði við stórum meiriluta. 19 av 32 tingfolkum úr øllum flokkum atkvøddu fyri.

Soleiðis er demokratiið.

Ein valskipan er fyri fólkið í Føroyum. Hon er ikki fyri, hvat passar tingfolkum og Jákupstovumanninum best.


DEMOKRATISK SKIPAN

Valskipanin er gjørd, so vit fáa rættvíst býti millum flokkarnar. Hetta er ein demokratisk skipan, tí nú kunnu føroyingar allir velja, hvønn tey vilja, hvar í landinum tey enn búgva. Og ikki tvingast ella lata vera við at velja, tí flokkurin ikki far umboðan álikavæl, ella sjálvandi fær umboðanina.

At lata føroyingar aftur í spennitroyggjuna við 7 valdømum, fer at standa fyri rokningina hjá Jákupstovumanninum.

Hvat passar Edmund Joensen, sum Eirikur i Jákustovu vil hava tað til? Man sonevnda ”analysan” vera sonn og røtt? Jú, sambært honum hetta er jú alt tann ævinligi sannleikin – ikki eitt einasta orð er galið. Punktum.

Kanska skuldi Jákupsstovumaðurin hildið seg til eplaveltuna, men hann vil jú so fegin stilla upp fyri Tjóðveldi – men einans í teimum 7 avoldaðu valdømunum. Øllum er loyvt at stilla upp, men í dag í einum serstakliga fólkaræðisligum valdømi.

Nú kundi ein hóskandi spurt, hvør ið eigur tær nógvu hepnu hendingarnar, sum eru farnar fram í einum valdømi, og hava ført okkara land so langt framá?

Tær eiga Føroyar, sum eru eitt av bestu samfeløgunum í heiminum, heiðurin av í einum fólkaræðisligum valdømi.

Edmund Joensen, løgtingsmaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her