»Gloym meg ei« stuðulskonsert á Reinsarínum

´Gloym meg ei´ foreldrabólkurin hjá Felagnum Pinkubarnadeyði/Beranum skipar fyri stuðulskonsert, í dag klokkan 16.00 á Reinsarínum í Havn.

 

Innkomni stuðulin fer óskerdur til at hjálpa foreldrum, ið hava mist pinkubørn.

 

Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum. Møguleiki er at keypa kaffi/the ella køku og at stuðla við peningagávu.

 

Tónleikarar, ið framføra verða, Martin Joensen, Jasmin Mote og Lea Kampmann.

 

Oddvør Poulsen bjóðar vælkomin. Carla Josenius Mikkelsen, ið hevur mist barn, fer at siga frá síni søgu og Jóngerð Poulsen, lesur nakrar av sínum yrkingum.

 

– Kom við og stuðla einum góðum endamáli – øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.