Gloym Silicon Valley-hugsa um Kambsdal

Ársins virkið í ár er KJ hydraulik

Tað var KJ hydraulik á Kambsdali, sum er ársins virkið í ár.

 

Tað varð avdúkað á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum beint nú.

 

KJ hydraulik ger aliringar, tvíkiljur, og nógv annað til bæði føroyingar og uttanlands og tilsamans arbeiða eini 100 fólk hjá fyritøkuni. Nógv tey flestu eru í Føroyum.

 

Tá ið teir fingu virðislønina, varð fortalt, at á seinasta vinnudegi var tað ein, sum bar upp á mál, at tey skuldu gloyma alt um Silicon Valley, tí tey skuldu hugsa um Kambsdal. 

Og tað hevur dómsnevndin tikið til eftirtektar. Á KJ hildu tey, at hetta var at gera nakað nógv av, men at tey kortini tóku tað sum eitt herðaklapp -afturat heiðrinum.