Leita á in.fo

Danjal av Rana 04.12.2018 (19:34)

Gloymdi at vinmaðurin var politistur

Ein ungur maður fekk í dag 30 daga fongsulsrevsing og 25.000 krónur í bót, umframt at hann ikki fær koyrikortið aftur fyrr enn um eitt ár.

 

Hann var ákærdur fyri at hava givið einum øðrum nevan á kjaftin á einum vertshúsi, umframt fleiri brot á ferðslulógina, millum annað rúsdrekkakoyring.

 

Maðurin kundi ikki greiða frá stórt um hendingina, tí hann mintist ikki nógv av henni, segði hann. Maðurin, ið bleiv sligin greiddi tó frá, at eftir at teir høvdu heilsast stutt í durinum, fóru hann innar at keypa sær eina øl. Sum hann stendur við diskin kemur ákærdi yvir og stutt seinni smekkar hann til. Eitt brot úr eini vakmyndatøku bleiv spælt av í rættinum og stuðlaði frágreiðingini hjá órættaða. Á henni sæst, at órættaði bjóðar ákærda av ølini – hann tekur av – men stutt seinni er øðin komin í hann og hann slær.

 

Ákærdi helt, at mestur hevur órættaði sagt okkurt, men hann mintist kortini ikki.

 

Ákærdi var eisini ákærdur fyri at hava rent á ein bil og koyrt avstað, uttan at boða frá. Hesum játtaði hann seg sekan í. Hann segði, at nógvir bilar stóðu parkeraðir á báðum síðum, men hann royndi at troka seg ímillum. Tað gekk so ikki, men hann vónaði, at eingin hevði varnast seg og koyrdi tí víðari, hóast hann visti, at hann hevði skøvað eina bilin. Løgreglan ákærdi hann eisini fyri at koyra uttan koyrikort, tí tað hevði løgreglan tikið frá honum. Hann varð nevniliga tikin fyri at koyra ov skjótt og skuldi tí upp til nýggja roynd, men møtti ongantíð. Hann hevði tí ikki loyvi at koyra bil.

 

Tvær vikur seinni verður ákærdi aftur steðgaður av løgregluni, hesaferð fyri rúsdrekkakoyring. Promillan var 0,62. Sjálvur helt ákærdi ikki, at hann kundi hava so høga promillu, men tað var kortini tað, sum blóðroyndin vísti. Aftur hesaferð vísti løgreglan á, at hann als ikki hevði loyvi at koyra bil.

 

Í seinasta førinum var hann aftur úti og koyrdi, framvegis uttan koyrikort. Á vegnum steðgar hann fyri at heilsa upp á ein vinmann, men hann hevði gloymt, at vinmaðurin kort síðani var vorðin løgreglumaður. Tá ákærdi koyrdi víðari, sá vinmaðurin seg noyddan at gera sína skyldu, koyrdi aftan á og steðgaði vinmanninum.

 

Dómarin helt, at ákærurnar vóru til fulnar prógvaðar. Maðurin fekk tí 30 daga fongsulsrevsing fyri harðskapsmálið, men av tí at hann ikki er revsaður fyri slíkt fyrr, varð fongsulsrevsingin gjørd treytað. Maðurin skal tí ikki inn at sita, um hann einki revsivert ger næsta árið.

 

Fyri brotini á ferðslulógina, og fyrst og fremst rúsdrekkakoyringina, fær maðurin 25.000 krónur í bót. Tá promillan fer upp um 0,5, verður bótin ásett sum ein brotpartur av mánaðarlønini hjá ákærda. Hetta, saman við bótum fyri hini ferðslubrotini, bleiv tilsamans 25.000 krónur.

 

Umframt hetta fær maðurin ikki loyvi at taka koyrikortið aftur fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her