fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Blits 20.04.2017 (11:05)

Gloymdu sovandi dóttur eftir umborð á flogfari

Eini foreldur, sum høvdu flogið við China Southern Airlines, høvdu so stóran skund, tá ið flogfarið hevði sett seg í Guangzhou Baiyun International Airport í Kina, at tey gloymdu 10 ára gomlu dóttrina eftir umborð á flogfarinum. Tað skrivar internetmiðilin AirLive.net.

Gentan hevði sovið á flogferðini, og hon vaknaði ikki, tá ið foreldrini og hini ferðafólkini skundaðu sær úr flogfarinum. 

Tá reingerðarfólk fóru at rudda flogfarið og gera tað klárt til næstu ferð, funnu tey gentuna sovandi í sínum setri. Tey fingu vakt gentuna, sum hevði telefonnummar til foreldrini, sum hildu, at gentan var í hølunum á teimum ávegis til viðførisbondini á flogvøllinum.