Góð lívfrøðilig gongd eftir eitt krevjandi ár

Bakkafrost seldi fyri 1.562 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi, í mun til 1.940 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi var 356 milliónir krónur.

Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons.

 

Tað skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun:

 

(Tøl í klombrum vísa til sama tíðarskeið árið fyri)

 

Úrslitið í fjórða ársfjórðingi var sera ymiskt millum londini:

 

Føroyar: Søla á 1.478 milliónir krónur (1.641 milliónir)

 

Rakstraravlop EBIT á 460 milliónir krónur (525 milliónir)

 

Skotland: Søla á 84 milliónir krónur (298 milliónir)

 

 Rakstraravlop EBIT á -104 milliónir krónur (-149 milliónir)

 

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

 

“Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi, við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum. Okkara laksur er sera høgt í metum og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25% av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi.

 

Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum. Í 2023 megnaðu vit eitt miðal mánaðarligt yvirlivilsi av fiskinum á 99,4%, miðalvektin av tikna fiskinum var 4,6 kg í kruvdari vekt og 90% av fiskinum var superior góðska, ið er hægsti góðskuflokkur. Í Skotlandi eru vit ikki komin líka langt sum í Føroyum, men væl ávegis. Mánaðarliga yvirlivilsi var har 98,3% í miðal, miðalvektin á tikna fiskinum var 4,2 kg í kruvdari vekt og 89% av fiskinum var superior góðska.

 

Aftan á ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024.”

 

Havsbrún tók ímóti 53.552 tonsum (46.051 tons) av ráfiski í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið, EBITDA lutfallið, var 25% (14%) og Havsbrún seldi 39.354 tons (32.600 tons) av fóðri í ársfjórðinginum. Fyri alt árið 2023 tók Havsbrún ímóti 467.037 tonsum (297.814 tons) av ráfiski og rakstraravlopið var 23% (18%).

 

Í smoltaligeirunum í Føroyum og Skotlandi vórðu 6,8 milliónir (8,5 milliónir) smolt sett á sjógv í fjórða ársfjórðingi 2023:

 

  • Føroyar: 5,2 milliónir (5,0 milliónir)
  • Skotland: 1,7 milliónir (3,5 millionir)

 

Í 2023 vórðu íalt 23,2 milliónir (25,4 milliónir) smolt sett á sjógv:

 

  • Føroyar: 14,2 milliónir (14,4 milliónir)
  • Skotland: 9,0 milliónir (11,0 millionir)

 

Í fjórða ársfjórðingi 2023 var rakstrarúrslitið í smoltaligeiranum í Føroyum 26,75 krónur (34,55 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum. Í smoltaligeiranum í Skotlandi var rakstrarúrslitið -49,44 krónur (-20,60 krónur) fyri hvørt kilo av sjósettum smoltum.

 

Sjógvaligeirarnir fingu hægri søluprís í fjórða ársfjórðingi 2023, í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tøkan í Føroyum og Skotlandi var lægri enn í sama tíðarskeiði árið fyri. Í fjórða ársfjórðingi 2023 hevði sjógvaligeirin í Skotlandi útreiðslur av óvanligum felli, svarandi til 48 milliónir krónur (83 milliónir).

 

Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi í fjórða ársfjórðingi 2023 var 17.067 tons í kruvdari vekt (24.474 tons):

 

  • Føroyar: 16.005 tons (19.276 tons)
  • Skotland: 1.062 tons (5.198 tons)

 

Í 2023 var samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi 73.006 tons í kruvdari vekt (90.603 tons):

 

  • Føroyar: 52.408 tons (66.686 tons)
  • Skotland: 20.598 tons (23.917 tons)

 

Sjógvaligeirin í Føroyum hevði eitt rakstraravlop á 4,01 krónur/kg (13,19 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Sjógvaligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 44,97 krónur/kg (rakstarhall á 32,64 krónur/kg) í sama tíðarskeiði.

 

Tænastugeirin hevði eitt rakstaravlop á 0,76 krónur/kg (0,05 krónur/kg) í fjórða ársfjórðingi 2023. Rakstraravlopið í prosentum var 7% (1%).

 

Í fjórða ársfjórðingi 2023 var samlaði umsetningurin hjá sølugeiranum 2.355 milliónir (2.385 milliónir) og rakstraravlopið í prosentum var 4% (4%). Rakstraravlopið var 5,94 krónur/kg (4,33 kr/kg).

 

Úrslitið hjá Bakkafrost sambært gomlu geiralýsingini er at finna í appendix í frágreiðingini fyri fjórða ársfjórðing 2023.

 

Sambært vinningsbýtispolitikkinum hjá Bakkafrost, skulu 30-50% av vinninginum gjaldast út sum vinningsbýti. Fíggjarstøðan hjá Bakkafrost er sterk, og tískil fer nevndin at skjóta upp á ársaðalfundinum, sum verður týsdagin 30. apríl 2024, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.