fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Myndin er tilvildarlig

Annika Kunoy Im 11.09.2017 (14:10)

Góð ráð til teirra sum ikki tíma at renna

Nógvir føroyingar renna nógv - bæði inni á rennubondum og úti í náttúruni. Renningin er væl umtókt, og nógvar rennikappingar eru alt árið. Ert tú tó ein av teimum, ið ikki tímur so væl at renn, men kundi hugsað tær, at tú orkaði og tímdi betur, so mælir danska blaðið iform til, at tú hevur hesi fimm punktini í huga:

 

 

 

 

1. Byrja varliga. Gott er at vera íðin, men havast skal í huga, at ert tú ikki vanur við at renna, so skalt tú í fyrstuni ikki gera alt ov nógv av. Á byrja við eru tveir ella tríggir túrar um vikuna at viðmæla

 

 

 

 

2. Broyt vanarnar. Vel ymiskar teinar, broyt ferðina og hugsa um at lendi, sum tú rennir á ikki altíð er tað sama. Soleiðis verða túrarnir fjølbroyttari, tú tímur betri og orkar betri. 

 

 

3. Vel rætta tíðspunktið. Summi dáma og orka best um morgunin, onnur seinnapartin ella um kvøldið. Royn rennitúrin ymiskar tíðir á degnum, so tú finnur tað tíðspunktið, ið passar best til tín.

 

 

 

4. Hita upp. Tá tú ikki hitar upp, áðrenn tú rennur, so er størri møguleiki fyri skaða. Gang skjótt og svinga armarnar í eini fimm minuttir, áðrenn tú fert at renna, mælir iform til. 

 

 

 

 

5. Ger venjingina hugnaliga. Renn saman við onkrum øðrum, so at renningin verður sosial. Ella lurta eftir góðum tónleiki ella eini bók. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her