Góðar vónir um at rognkilsi basa lúsini

Hóast onkrir trupulleikar hava verið hetta fyrsta árið, so letur Atli Gregersen, stjóri í Luna, væl at royndunum at brúka rognkilsi fyri at vinna á laksalúsini.

Hóast onkrir trupulleikar hava verið hetta fyrsta árið, so letur Atli Gregersen, stjóri í Luna, væl at royndunum at brúka rognkilsi fyri at vinna á laksalúsini.

 

– Vit høvdu onkrar barnasjúkur, so vit sluppu akkurát ikki undan at nýta kemisk evni í ár, men royndirnar hava sum heild eydnast væl, og vónirnar eru góðar um, at tað í framtíðini fer at bera til at sleppa heilt undan at nýta kemisk evni, sigur hann.

 

Tað var tann 14. november 2014, at Luna setti fyrstu rognkilsini í aliringarnar, og beinanvegin merktist hetta í ringunum.

 

– Mongdin av lúsum fall við tað sama, og vit hava talt heilt upp í 380 lýs í maganum á einum rognkilsi, sigur Atli Gregersen.

 

Hann vísir á, at rognkilsi sodna matin skjótt, so øll hendan mongdin er bara morgunmaturin hjá einum rognkilsi, sum hann tekur til.

 

Hevur skund at finna aðrar loysnir

Øll kemisk viðgerð móti laksalús virkar bara í avmarkaða tíð, tí lúsin verður sum frálíður mótstøðufør ímóti evninum, ið nýtt verður.

 

– Veruleikin er, at medisinskápið er um at vera tómt, sigur Atli Gregersen.

 

– Har eru fá evni eftir, sum lúsin ikki tolir, og tí noyðast vit at finna aðrar loysnir, sigur hann.

 

Arbeitt hevur verið leingi við at finna aðrar hættir at basa lýsnum. Millum annað hevur verið arbeitt við at skjóta við lasara, og á Bakkafrost eru tey farin at royna seg við at brúka feskvatn. Í Noreg og aðrastaðni hava tey gjørt royndir við rognkilsi, og hesar hava virkað væl, sigur Atli Gregersen.

 

Barnasjúkur

Millum sonevndu barnasjúkurnar í royndunum hjá Luna vísir Atli Gregersen á, at fuglur tekur rognkilsi, og tí verða tey í framtíðini noydd at hava betri fuglanet yvir ringunum. Eisini vísa royndirnar, at rognkilsini eta mest lýs, meðan tey eru smá, og tí má ansast eftir, at støddin er tann rætta.

 

– Tað er eisini umráðandi, at rognkilsini ikki fáa nakað annað at eta. Tað er til dømis neyðugt at halda nótirnar reinar, fyri at rognkilsini ikki skulu finna føði har, sigur Atli Gregersen.

 

Ymiskt hvussu lúsin trívist

– Tað er ymiskt, hvussu lúsin trívist í teimum ymisku aliøkjunum. Fuglafjørður og Miðvágur eru góðir firðir í somáta, meðan Sundalagið og Sørvágur eru verri, sigur Atli Gregersen.

 

– Okkara royndir at brúka rognkilsi eydnaðust væl í Miðvági, men ikki líka væl í Sørvági. Í Sørvági er fjørðurin veikur fyri lús, men vit høvdu eisini stórt fellið av rognkilsum har, sigur hann. Men Atli Gregersen hevur als ikki mist mótið av teirri orsøk.

 

– Málið er at blíva frí fyri at nýta kemikaliir til avlúsing, og tað trúgvi eg, at vit kunnu blíva við at nýta rognkilsi. Men eg eri gamal í garði, og av royndum veit eg, at vit møta ofta trupulleikum á leiðini, sigur hann.

 

Royndirnar hjá Luna hetta fyrsta árið hava vist, at rognkilsi eru ein heldur bíligari loysn, enn tað er at brúka kemisk evni.