Gongur seinni at bora tunnilin

Seinastu vikuna hevur boriarbeiðið gingið seinni enn undanfarnu vikurnar, skrivar tunnilsfelagið.

 

Á Hvítanesi hevur verið arbeitt við trygging av eini sokallaðari gongd, við leysari tilfarið. Hetta arbeiði tekur nakað av tíð at gera. Tískil eru einans 5 metrar boraðir á Hvítanesi í seinastu viku. Til samans eru nú sprongdir 2.575 metrar á Hvítanesi.

 

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 27 metrar. Har eru til samans sprongdir 634 metrar.

 

Móti Rókini vórðu sprongdir 33 metrar. Har eru til samans sprongdir 446 metrar.

 

Hesa vikuna er tí einans sprongdir 65 metrar, í mun til 166 metrar í farnu viku.

 

Til samans eru nú sprongdir 5.280 metrar, av til samans 11.250 metrum.