Gott ár hjá Berg Motors í fjør

Nýggjastiroknskapurin hjá bilasøluni P/F Berg Motors vísir besta úrslitið í 10 ár

Nýggjastiroknskapurin hjá bilasøluni P/F Berg Motors vísir besta úrslitið í 10 ár. Yvirskotið var 3,7 milliónir krónur.

 

Felagið hevði í fjør ein bruttovinning upp á 19 milliónir krónur. Starvsfólkakostnaðurin var 11,3 milliónir krónur.

 

Eginpeningur felagsins er nú 59,3 milliónir krónur, og felagið hevur 23 fólk í starvi. Stjórar hjá Berg Mortors eru Johannes Berg og Karin Clementsen.

 

Berg Motors seldi í fjør 89 Renault bilar og 86 Kia bilara. Umframt hesi merki selur Berg Mortors eisini Subaru, Suzuki og Land Rover og lastbilamerkið Scania.