Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.08.2017 (11:16)

Gott ár hjá bilasøluni Wenzel

Partafelagið Wenzel í Havn, sum selur bilarnar Ford og Volvo, hevði eitt gott ár í fjør. Ársúrslitið var góðar 4 milliónir krónur eftir skatt – og felagið rindaði 890.000 krónur í skatti. Árið fyri – í 2015 – var ársúrslitið til samanberingar 2,2 milliónir krónur fyri skatt.

Tað vísir roknskapurin, sum er almannakunngjørdur á vinnuvitan.biz

Bruttovinningurin hjá Wenzel var slakar 14,5 milliónir krónur, og felagið rindaði slakar 8 millionir krónur í lønum.

Eginognin hjá felagnum er nú 10,2 milliónir krónur.

Navnið »Wenzel« er gamalt í føroyskari bilasøgu. Upprunaliga æt virkið P/F Wenzel Petersen og var fyrsta Ford-umboð í Føroyum. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen seldu fyrsta bilin, sum kom til Føroya. Tað var ein Ford TT lastvognur, sum kom til landið 6.mai í 1922.

Núverandi Ford-umboð er tó eitt nýtt virkið, sum felag hjá Gunnari Justinussen í Havn eigur.

Hjá Wenzel starvast 21 fólk. Stjóri í felagnum er Jógvan Debes Højgaard.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her