Gott ár hjá Norðbil

Bilasølan Norðbil í Havn hevði eitt gott ár í fjør, tá yvirskotið var beint undir tríggjar milliónir krónur eftir skatt.

 

Í ársfrágreiðingini skrivar felagið, at úrslitið var 2.958.348 krónur í mun til 2.670.000 árið fyri

 

Bruttovinningur felagsins var 5,5 milliónir krónur og eginogn felagsins er nú 20.860.317.