Gott ár hjá Reyni Service

Ársúrsltið hjá bilasøluni P/F Reyni Service í fjør var 6 milliónir krónur.

 

Tað vísir roknskapur felagsins, sum júst er kunngjørdur á vinnuvitan.biz.

 

Bruttovinningur felagsins var góðar 27 milliónir krónur. Felagið rindaði góðar 19 milliónir krónur í lønum. Úrslitið áðrenn skatt var góðar 7,3 milliónir krónur.

 

Ársúrslitið hjá Reyni Service árið fyri – í 2015 – var á sama støði, beint undir 6 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá Reyni Service er 40,5 milliónir krónur, og hjá Reyni Service starvaðust 53 fólk í fjør.

 

Stjóri í Reyni Service er Sámal av Reyni.