Gott ár men eitt sindur lakari enn árið fyri

Looknorth í Klaksvík, sum rekur EPS og plastframleiðslu í Klaksvík, hevði 720.000 krónur í yvirskoti í seinasta roknskaparári. Tað er eitt sindur lakari úrslit, enn árið fyri, tá yvirskotið var 2,3 milliónir krónur.

 

Bruttovinningur felagsins var 8,9 milliónir krónur í mun til 10,3 milliónir í 2017 og góðar 11 milliónir í 2016.

 

Felagið rindaði 4,9 milliónir krónur í lønum í mun til 4,5 milliónir í 2017. Langfreistaða skuldin hjá felagnum er í roknskaparárinum minkað við einari millión krónum úr 5 niður í 4 milliónir krónur. Felagið rindaði 170.000 krónur í skatti.

 

Felagið er væl fyri, tí fíggjarstøðan vísir eina eginogn upp á 17 milliónir krónur.

 

Stjóri í P/F Looknorth er Árni Skaale. Nevndarformaður er Jørgin Ellingsgaard, nevndarlimir eru Árni Skaale og Jón Purkhús, allir í Klaksvík.