Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.02.2019 (16:31)

Gott kvøld við Teiti í Aarhus

Teitur er byrjaður uppá tónleikaferð í Danmark, har hann vitjar eina røð av spælistøðum í fleiri býum.

 

 

Mikukvøldið byrjaði konsertrøðin við konsert í Musikhuset Aarhus. Ummælari í Gaffa er fegin um upplivingina hetta kvøldið, tó at hann er bilsin av, at Teirur nú ikki hevur bólk við sær, men er eitt one man band, tí hetta hevði ummælarin ikki fingið við frammanundan.

 

 

Men tað gjørdi neyvan kvøldið verri, tí ummælarin hjá danska tónleikatíðarritinum er nøgdur, og gevur 4 av seks møguligum stjørnum.

 

 

Hann sigur m.a.: Teitur er stadig værd at følge, her mere end 15 år og ni album inde i karrieren.

 

 

Men hóast Teitur spælir fleiri ljóðføri og hevur ymisk elekroniska tøkni til hjálpar, so hevur júst hesin ummælarin eftir øllum at døma hug at droyma seg til dagar, har Teitur hevur manning við, tí hann sigur; Jeg har dog oplevet ham endnu skarpere, ja, decideret magisk med band.Alt ummælið í gaffa.dk kann lesast her:

 

 

 

 https://gaffa.dk/anmeldelse/135052/den-faeroske-skjald-nu-som-one-man-band/  

 

 

Konsertferðin í Danmark endar í Keypmannhavn 24. februar og 25. februar er konsert í Stockholm.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her