Gott onkur rindar skatt

Og so hendi tað mær. Eg mátti leggja meg á stovugólvið, tí høvdið var við at bresta. Fyri 5 mánaðum síðani var eg sendur til Danmarkar við leigu­flogfari. Eg, kona mín, systir mín, ein narkosulækni og ein sjúkrasystir. Umframt flogskipara, stýrimann og eina flogternu. Fingu tey ikki sett hol á høvdið á mær innan 12 tímar, sat eg ikki her og skrivaði hesa grein. 

 

 

 

Á Ríkisjúkrahúsinum, 10 tímar eftir at eg hevði lagt meg á stovugólvið heima og ringt 112, borðaðu tey hol á høvdið, so blóðið slapp vekk. Ein slíkur túrur bara við mær kostar fleiri 100.000 krónur. Men sera effektivt og flott avrik. Eg eri á lívi.

Mær kom til hugs, tá eg sat umborð á Atlantsflog á veg heimaftur til Føroya tríggjar vikur seinni, at tað var gott, at onkur rindar skatt í hesum landi, so eg kundi fara á Ríkissjúkrahúsið ókeypis.  Eg havi eisini fyrr verið á Ríkissjúkrahúsinum. Fyrst við soni mínum og so við dóttir míni. So eg var takk­samur fyri at liva í einum samfelag, sum byggir á kristin virðir, har øll eru javnsett.

 

 

 

 

Kristindómurin var ein trúgv fyri trælir. Teir ásannaðu, at øll vóru skapt í Guðs bílæti og tí skuldu øll menniskju javnsetast. Eftir Siðaskiftið, tá kristna trúgvin gjørdist ein persónligur spurningur millum menniskja og Guð, byrjaðu trælir at seta frælsi hins einstaka í hásæti. Kristna trúgvin var tí ein orsøk til fronsku kollveltingina, sum var byrjanin til frælsa fólkaræðið í Vestur­heiminum. Eisini hevur kristna trúgvin ført við sær ein asketiskan lívshátt. At tað er ein dygd at arbeiða nógv og samtíðis liva lívsnoktandi og lítillátin. Hetta hevur verið við til at økja nógv um kapitalin, og tí kunnu vit skapa so stór virðir í dag, at vit kunnu ansa eftir hvørjum øðrum í einum stórum felagsskapi. So eg var fegin um at vera so heppin – tó keddur um, at eg var sjúkur og eg soleiðis var ein last fyri samfelagið. Men eg gleddi meg at koma heimaftur og vera saman við mínu kæru - at siga teimum hvussu góður eg eri við tey. So eg eri takksamur og fegin um, at føroyingar hava sett miskunnsemi sum grundarstein undir samfelagnum.

 

 

 

 

 

Eg var ein av okkara minstu

Nú havi eg roynt at vera ein av okkara minstu. At liggja hjálparleysur í eini hospitalssong og einki megna. Eg lá millum øll hini sum feiltu tað sama sum eg, óhjálpin, lammaði og sum ongan møguleika nakrantíd hava at koma fyri seg, við konu og børnum rundan um seg, sum grótu og stúrdu fyri framtíðini. Sum tað var synd í teimum. Og eg sum reisti meg úr songini og gekk út í lívið aftur. Størsti boðskapur Kristusar er, at vit skulu taka okkum av okkara minstu – teimum, sum líða, eru sjúk ella fátæk. Tað, sum vit hava gjørt einum av okkara minstu, hava vit gjørt honum. Vit hava tíbetur gjørt eina skipan – vælferð­ar­skipan – har vit hjálpa teimum minstu við at gjalda skatt, so vit ikki glatast

Men er tað nú so. Rinda fólk skatt ? Jú, kvinnur gera. Menn gera eisini. Men ein partur av raskastu monnunum í landinum rinda ikki.  

 

 

 

 

 

Skattaskipanin eins fyri øll

Føroyingar, sum sigla í øðrum londum, ella arbeiða í øðrum londum, rinda ikki skatt í Føroyum. Búskaparráðið metti einaferð, at áleið 850 mió. kr. vóru tjentar av føroyingum uttanlands harav ein triðingur átti at verði goldið sum skattur í Føroyum ella áleið 280 mió. kr.

Umframt hetta er føroyski parturin av FAS áleið 120 mió. kr, sjómanna­frádrátturin var einaferð 75 mió. kr. Kostnaðurin av Havstovuni, Fiskiveiðu­eftirlitinum og Magnus Heinason er 70 mió. kr. Fiskaaling kostar einar 15 mió. kr. um ári, so talan er okkurt um eina góða hálva milliard, sum raskir menn fáa fyri at fara til arbeiðis. 

 

 

 

 

Fyri at megna at nøkta tørvin so væl hjá teimum minstu og annars øllum sum búgva í hesum landi er neyðugt, at so stór virðir sum gjørligt verða skapt. Lønin, sum arbeiðsmegin fær, og avkastið, sum arbeiðsgevarin fær, er tað, vit liva av. Tað tilsamans er okkara livistøði. Skal livistøðið hækka er neyðugt, at lønin til arbeiðsmegina og avkastið til arbeiðsgevaran hækka.  Fræls kapping um arbeiðsmegina viðførir júst hetta, tí hon beinir arbeiðsmegina har, lønin er hægst. Lønar­hækk­anin verður tá bygd á, at produktiviteturin hækkar, og tí hevur arbeiðs­gevarin ráð at gjalda eina lønarhækkan samtíðis við, at avkastið til hann verður størri.  Kakan gerst størri, og stykkini, sum verða býtt, verða størri.

 

 

 

Tað verður sostatt meira til arbeiðsmegina - til arbeiðsgevaran - til íleggjaran - til brúkaran og til skattavaldið. Soleiðis verður fruktin av búskaparvøkstri breidd út í samfelagið til øll. 

Fyri at fræls kapping skal vera um arbeiðsmegina er neyðugt, at skattaskipanin er eins fyri allar vinnur, tí skattafrádráttur í einari vinnu viðførir, at arbeiðsmegin í hesi vinnu ger ov lítla samfelagsnyttu. 

 

 

 

 

 

 

Sjómaðurin velur hægstu lønina

Tað er gott fyri samfelagið, um lønin er høg. Tað merkir, at arbeiðsplássið, har viðkomandi arbeiðir, er produktivt og skapar stór virðir, tí annars hevði tað ikki verið rúm fyri høgu lønini. Mangir av sjómonnunum undir Føroyum – serliga við uppisjóvarflotanum - tjena nógv og er tað gott. Hesir persónar rinda eisini nógvan skatt og er tað eisini gott. 

 

 

 

Men um ein sjómaður verður lokkaður inn í eina vinnu við skattalætta so sum DIS, NIS og FAS, er frælsi hins einstaka týnt. Sjómaðurin velur ikki arbeiðs­plássið, tí tað skapar størsta virðið fyri samfelagið, men tí tað gevur hægstu løn eftir skatt.  Við hesum lækkar livistøðið í Føroyum, tí skattalættin, sum veittur verður, verður útfluttur til teir altjóða reiðarar, sum føroyskir sjómenn arbeiða hjá, og tey viðskiftafólk, teir arbeiða fyri. 

 

 

 

 

Vit verða javnsett um øll gjalda sama skatt fyri somu løn, óansæð hvør vinnan er. Tá fer arbeiðsmegin til verka, har hon skapar størsta virðið og harvið nøktar størsta tørvin, tí størsti tørvur okkara skal avgera, hvar hvør arbeiðir. Frælsi hins einstaka er tað dýrabarasta í hesum heimi. Tí skulu vit ansa eftir øllum, sum er við til at skerja tað. Vit skulu hava frælsi at gera júst tað, vit hava hug til, so leingi vit ikki skaða onnur. Tað, sum skal avgera, hvar tú arbeiðir, er hugur tín, førleiki tín og lønin, tú fært fyri avrik títt. 

 

 

 

 

Um so verður, finnur arbeiðsmegin eitt arbeiðsbýti, har øll størv hava týdning, tí tey nøkta onkran stóran tørv, sum vit hava. Einki starv hevur størri týdning enn eitt annað.  Men um stuðul veittur verður, skeiklar politiski myndugleikin hetta arbeiðsbýtið, og frælsi verður skert. Tá stuðul einari vinnu givin verður, virðissetir politiski myndugleikin tey størvini hægri enn onnur. Hann heldur seg tá vita betri, hvat er best fyri hvønn einstaka borgara, enn borgarin veit sjálvur. Faðirligi trupulleikin er, at eingin hevur møguleika at vita hvønn tørv, hvør einstakur hevur.  

 

 

 

 

 

Politiski myndugleikin eigur ábyrgdina

Avgerandi er, at politiski myndugleikin ikki eggjar sjómanninum at fara til skips við skattalætta. Sjómaðurin skal fara til skips, tí hann hevur hug til tað, og tí hýran er góð.

Hetta er ikki eitt álop á teir rasku menn, sum arbeiða úti í heimi. Teir gera tað teimum dámar, og at teir ikki rinda skatt í Føroyum, er ikki teirra avgerð. Hetta er heldur ein áheitan á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum í mong ár kundi havt broytt hetta bert við einum pennastroki. Men ikki er tað gjørd. Tað er mær ein gáta at eingin politikari tekur hendan skeivleikan uppá tungu. 

 

 

 

 

 

Ein dubultskattaavtala merkir, at tú ikki skalt gjalda skatt tvær ferðir. Vit taka nøkur dømir, og vit siga einfalt, at í Føroyum rinda vit 40% í skatt. Um tú rindar 20% í skatt í tí landinum, har tú arbeiðir, skalt tú rinda 20% í Føroyum soleiðis at tú rindar tað sama sum ein landkrabbi í Føroyum ger. Um tú rindar 10% skalt tú rinda 30% í Føroyum, og um tú siglur við DIS og einki rindar, skalt tú rinda 40% í Føroyum. Fíggjarmálaráðið sigur, at um tú arbeiðir í einum øðrum landi, skalt tú ongan skatt rinda í Føroyum. Hetta er beinleiðis skeivt og órættvíst ímóti øllum hinum, sum rinda skatt. 

 

 

 

 

 

Hetta kann landsstýriskvinnan í fíggjarmálum broyta í morgin bert við at skatta hesar persónar eftir muninum, sum teir høvdu havt goldið, um teir arbeiddu í Føroyum ella vóru við føroyskum fiskiskipi. DISarar kunnu skattast um landsstýriskvinnan skræðir ískoytið til avtaluna millum Føroyar og Danmark í tvískattaavtaluni millum tey norðurlendsku londini, og tveitir tað í ruskspannina.

 

 

 

 

 

Vit gjalda til felagsskapin

Vit gjalda skatt til tann tørv, vit best nøkta í felag. Vit gjalda skatt, so onkur kann undirvísa børnum okkara í einum góðum skúla - so onkur kann hjálpa okkum, tá vit verða sjúk - so onkur kann lofta okkum, tá vit verða gomul. Sostatt fer meginparturin av skattinum til skúlaverkið, sjúkra­húsverkið og almannaverkið.

 

Sjómaðurin hevur eisini børn, sum ganga í skúla – sjómaðurin gerst eisini sjúkur og skal hava læknahjálp, og sjómaðurin verður eisini gamal og skal hava onkran at lofta sær tá.

 

Sostatt skal hann gjalda fyri at fáa hendan tørvin nøktaðan eins og landkrabbin ger. Sjómaðurin kann jú sum øll onnur enda sum ein av okkara minstu.

 

Við at gjalda skatt fáa allir borgarar so javnsettar møguleikar sum gjørligt. Bæði viðvíkjandi skúla og arbeiði – sjúkrarøkt og ellishjálp. Hetta gevur øllum borgarum størri frælsi at fara til verka at skapa virðir. Við hesum taka vit okkum eisini av okkara minstu, og verður samfelagið rættvísari.

 

Men rættvísi í hesum heimi er tíverri tað, herskandi klassin heldur og meinar. Tá herskandi klassin fær skattalætta, meðan okkara minstu eru í fátækravága, byggja vit ikki á kristin virðir.