Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 13.09.2018 (09:16)

Gott veður leygardagin

Eitt lágtrýst fer í morgin framvið beint sunnan fyri Føroyar og síðani víðari í ein landnyrðing inn í Norðhavið. Sunnunáttina kemur eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing inn yvir Føroyar og fyrst í næstu viku kemur enn eitt djúpt lágtrýst inn yvir ella tætt framvið okkum.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin fer í ein útnyrðing og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 10 stig. Í nátt fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Regn í støðum og hitin millum 4 og 9 stig.

 

Í morgin

Fleyr til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum frá líður øtlar í lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrrapartin regn í støðum. Hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan og makar í lot til gul, 2 til 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og út á náttina samregn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landsynningi, 10 til 15 m/s, sum lækkar í ein útsynning og eitt skifti øtlar upp í skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið og samregn, men sum frá líður ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Fyrst ælaveður, men sum frá líður færri æl og sólin sær. Hitin um 10 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðing og norðri, 10 til 15 m/s. Fyrst yvirhøvur turt, men sum frá líður samregn. Hitin millum 7 og 10 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her