Leita á in.fo

Mynd: Harriet Olafsdóttir

Annika Kunoy Im 11.08.2017 (22:32)

Graffiti í Klaksvík vinnur lokal hjørtu

Tað eru mong, sum hava vitjað í Klaksvík bæði summarvikuna - sum var vikan upp undir Summarfestivalin - og hesar dagarnar Summarfestivalurin er. Tey vitjandi hava óviað lagt til merkis eitt stórt listaverk á Klaksvíksvegi á garðinum undir gomlu politistøðini.

 

 

Tað er lokali listamaðurin Jan Nystrøm, sum í samstarvi við kommununa og onnur kreativ fólk, hevur prýtt garðin við graffiti.

 

 

Garðurin er nú vorðin morreyður við svørtum føroyskum bindimynstri á. Oman á mynstrið hevur Jan Nystrøm málað eitt stórt hvítt veðrahøvd.

 

 

- Vit vóru ein bólkur av fólki, ið tosaðu saman um, hvat motivið skuldi verða. Vit vóru samd í, at tað skuldi verða eitt djór av onkrum slagi. Tá tað varð avgjørt, so fekk eg nokkso fríar teymar, sigur Jan Nystrøm.

 

 

-Tá eg hugdi at vegginum, sá eg motivið av veðrinum fyri mær. Vinmaður mín Edward Fuglø kom við hugskotinum til bindimynstrið, og tað hugskotið dámdi mær ómetaliga væl, sigur hann.

 

 

Jan Nystrøm er vorðið eitt kent navn innan føroyska listaheimin, og tey, ið kenna til listina, sum hann letur úr honum vita eisini, at hann oftast tekst við tekningar og animatión, og at hann ikki altíð fylgir rákinum.

 

 

- Tá man ger okkurt, sum er so alment sum hetta, so verður man noyddur til at avmarka seg sjálvan, soleiðis at man vinnur hjørtuni hjá almenninginum, sigur hann álvarsamur, men leggur afturat, at hann ikki er farin á kompromis við listina, hóast hann hevur havt almenningin í huga.

 

 

- Í fyrstuni kendist tað, sum eg seldi meg sjálvan, men meir man ger av slíkum arbeiði lættari verður tað at fanga millumtingið millum tað, sum eg eri og tað, sum kundin vil hava, leggur hann afturat.

 

 

Jan Nystrøm er glaður um, at meir list nú er í býarmyndini í Klaksvík, og vónar at hesin málingurin letur upp fyri fleiri líknandi verkætlanum.

 

 

- Tað eru nógvir stórir tómir veggir í Klaksvík, sum í veruleikanum eru stór lørift, og tað er synd, at tey skulu standa tóm og samla mosa, sigur hann álvarsamur.

 

 

- Eg haldi sjálvur, at uppgávan, hóast hon ikki varð definerað, var at framhevja Klaksvíkina. Hetta havi eg gjørt eftir bestu sannføring, og eg haldi sjálvur, at tað letur upp fyri møguleikanum hjá fólki at steðga á eina løtu, koyra telefonina í lumman og bara hyggja, sigur hann.

 

 

Til listaverkið hevur Jan Nystrøm nýtt veggjamáling og graffiti tusjir. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her