Leita á in.fo

Lady Gaga, sum vann tríggjar virðislønir, framførir til stóra tiltakið

Pætur Hjalmar Evensson 11.02.2019 (09:18)

Grammy-virðislønirnar latnar í nátt

Í nátt vórðu Grammy virðislønirnar latnar í stórfingnum umstøðum í Los Angeles. Hetta var stóra kvøldið hjá tónleikarunum, har tilsamans 84 virðirlønir vórðu handaðar fyri at heiðra tónleikinum. 

 

Stóri vinnarin gjørdist toymið handan sangin “This is America”, sum fekk heiðurin sum Ársins sangur. Childish Gambino eigur hendan sangin, og hann vann eisini virðislønina fyri Ársins upptøku og Besta videolag. 

 

Sangarinnan Dua Lipa fekk heiðurin sum ársins nýggja navn, meðan Lady Gaga vann ikki minni enn tríggjar virðislønir. Hon fekk tvær fyri sangin hjá sær og Bradley Cooper, “Shallow”, sum var at hoyra í filminum "A Star is Born”, og ta triðju fekk hon fyri sangin “Joanne”.

 

 

 

Yvirlit yvir nakrar av Grammy-virðislønunum:

 

Ársins upptøka Childish Gambino – 'This is America'

Ársins album Kacey Musgraves - 'Golden Hour'

Ársins sangur Childish Gambino – 'This is America'

Besta nýggja navn Dua Lipa

Besti poppsolistur Lady Gaga - 'Joanne'

Besta bólka framførsla Lady Gaga og Bradley Cooper - 'Shallow'

Besta popp-album Ariana Grande - 'Sweetener'

Besti dance-sangur Silk City & Dua Lipa ft. Diplo & Mark Ronson - 'Electricity'

Besta elektroniska album Justice - 'Woman Worldwide'

Besti rock-sangur St. Vincent - 'Masseducation'

Besta rock-album Greta Van Fleet - 'From the Fires'

Besta rock-framførsla Chris Cornell - "When Bad Does Good'

Besta alternativa album Back - 'Colors'

Besti r&b-sangur Ella Mai - 'Boo’d Up'

Besta r&b-album H.E.R. – 'H.E.R.'

Besti rap-sangur 'Drake - God’s Plan'

Besta rap-album Cardi B - 'Invasion of Privacy'

Besta videolag Childish Gambino - 'This is America'

Besta soundtrack 'Black Panther'


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her