Grannar mótmæla harðliga byggingini á Frúutrøð

– Vit vilja harðliga mótmæla, at býráðið skundar eina illa umhugsaða bygging ígjøgnum á Frúutrøð.

 

Soleiðis siga grannar á Frúutrøð í einum mótmælisskrivi í sambandi við ætlanina hjá Tórhavnar Býráð at byggja 50 íbúðir á økinum á Frúutrøð, har Musikksúlin og læknaviðtaluhøli eru.

 

Í mótmælisskrivinum siga grannarnir víðari:

 

»Ætanin er at byggja 50 (fimmti) íbúðir á einum øki, sum longu er undir sera hørðum trýsti. Í ætlanini eru ikki parkeringsøki.

 

Í løtuni eru 41 parkeringspláss pluss at allar gøtur eru proppaðar við bilum allan dagin. Við 50 íbúðum koma helst hava 50 bilar afturat.

 

Vit eru ikki ímóti at bygt verður, men vit kunnu ikki góðtaka verandi byggiætlan. Við verandi uppleggi verður byggingin til ampa fyri økið og býin.

 

Ætlaða útbyggingin er ósunn fyri eitt frammanundan hart trýst øki.

 

Vit mæla til at minka munandi um ætlanina ella møguliga at taka alt økið frá MAP Arkitektum og oman til Thomas Dam við í ætlanina. Og brúka longri tíð upp á verkætlanina.

 

Vit heita á býráðið um at steðga á við verkætlanini og taka okkum sum búgva her við upp á ráð heldur enn bara at kunna okkum. Vit eru sannførd um, at vit kunnu koma fram til eina góða loysn fyri øll.

 

Latið vera við at skunda eitt uppskot ígjøgnum hósdagin. Also um bara tríggjar dagar!

 

Vit heita á býráðið um at bjóða inn til ein fund fyri grannunum, har vit veruliga verða hoyrd.

 

So eru vit vís í, at vit kunnu finna eina góða loysn. Tað sum fyriliggur, kunnu vit ikki góðtaka!«, siga grannar á Frúutrøð, sum í dag hava verið á kunnandi fundi á býráðnu í Havn, har tey vórðu kunnað um ætlanina, sum kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.