Leita á in.fo

Maybritt við Strond fekk fyrstu Kærleikskúluna í ár

Pætur Hjalmar Evensson 08.12.2018 (21:40)

- Granskingin hevur sett gomlu fatanina skák mát

Í sambandi við avdúkingina av Kærleikskúluni 2018 skuldi ein heiður latast einum persóni, ið hevur víst seg sum eina fyrimynd fyri fólk við serligum tørvi. Ársins heiður varð latin Maybritt við Strond fyri hennara stóra arbeiði á Glasi fyri næmingum við avbjóðingum sum eitt nú orðblindni.

 

Maybritt við Strond sigur, at tað hevur stóran týdning at geva næmingunum so skjóta og góða hjálp, sum gjørligt.

 

- Tað er avgerandi at gera næmingarnar sjálvbjargnar við hjálparamboðum og at fáa teir at vaksa og fáa eina góða sjálvsmynd.

 

Maybritt við Strond fortelur, at avbjóðingarnar hjá fólki við orðblindni í dag ofta eru, at tey fáa trupulleikan staðfestan so seint í lívinum, og tey eru ikki so køn í hjálparamboðunum.

 

- Eitt gott stig á leiðini at bøta um hetta kundi verið, at Setrið skipar undirvísing í orðblindni til komandi fólkaskúlalærarar, tí teir eru ofta millum tey fyrstu, sum kunnu fáa mistankan um, at eitt barn hevur orðblindni. Vit eiga eisini at fáa fleiri e- og ljóðbøkur til miðnám, og so eigur føroyskt mál at gerast 100 prosent teldutøkt, frá talu til tekst, sigur hon.

 

Maybritt við Strond fegnast tó um, at tað mest grundleggjandi framstigið av øllum við orðblindni longu er við at henda.

 

- Vit eru við at broyta okkara hugsan um tað at hava trupulleikar við innlæring. Tað hevur mangan verið at hoyrt, at orðblindni bara er okkurt heimabundið fjas, og næmingar, sum hava havt ilt við at lesa og skriva, hava verið sagdir at vera tvørir ella býttir. Helst hevur slíkt verið sagt í frustratión og av manglandi vitan, men tað hevur ikki verið nøkrum at gagni, sigur eldsálin frá Glasi.

 

Hon hevur eina vón um einar sterkari Føroyar.

 

- Granskingin hevur tíbetur sett hesa gomlu fatanina skák mát, og nú er tað umráðandi, at vit útbreiða ta nýggju vitanina um alt skúlaverkið. Tí tess fleiri, vit eru, ið hava møguleikar fyri læring og fyri at úttrykkja tankar, meiningar og kenslur, tess sterkari verða Føroyar, sigur Maybritt við Strond.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her