Grava Villingardalsvegin uppaftur

Íbúgvar á Villingardalsvegnum og síðugøtunum hava síðani í februar havt stríð av, at Fjarhitafelagið hevur lagt rør niður í vegin. Í hesum tíðarskeiðnum hevur vegurin lutvíst verið stongdur fyri gjøgnumkoyring, meðan Articon, sum ger arbeiðið vegna Fjarhitafelagið, hevur grivið seg oman eftir øllum Villingardalsvegnum.

 

Nú eru rørini hjá Fjarhitafelagnum løgd og lagt er oman yvir tey eisini, men í morgun fóru menn frá Articon undir at grava niðasta partin av Villingardalsvegnum upp aftur.

 

Orsøkin er, at kommunan hevur biðið Articon um at leggja eina nýggja kloakkveiting til niðasta partin av vegnum.

- Upprunaliga var ætlanin, at ein nýggj kloakk skuldi leggjast eftir øllum vegnum, til at fyrireika okkum til nýggjar útstykkingar, men tann ætlanin er slept. Nú verður ein nýggj kloakk løgd í niðasta partin fyri at taka tað ringasta av trýstinum, tí her niðri hava tey havt trupulleikar við kloakkini, sigur Heini Eysturoy, býarverkfrøðingur.

 

Tá tann ætlanin varð slept, legði Articon út yvir aftur rørini hjá Fjarhitafelagnum, men nú hevur Tórshavnar kommuna so valt kortini at leggja kloakk. Við tí avleiðing, at partur av vegnum má gravast upp aftur.

 

Articon renir seg nú í ein annan trupulleika.

- Nú vísir tað seg, at rørini frá Fjarhitafelagnum sum so liggja í vegin. So nú má avgerð takast um, hvørt kloakkin skal fara undir ella yvir rørunum, tá hon skal yvir um tey. Samstundis má hall jú vera á rørunum, sigur Heini Eysturoy.

 

Hann sigur, at talan er um eini 100 metrar, sum nú mugu gravast upp aftur. Ætlanin er tó ikki at steingja vegin, meðan arbeitt verður.

- Tað er ikki líka krevjandi at leggja kloakk sum at leggja Fjarhitarør. Vit kunnu gera arbeiðið í minni strekkjum, eins og gjørt hevur verið úti á Landavegnum. Meðan hetta arbeiðið verður gjørt, steðgar arbeiðið við fjarhitaleiðingini, sum jú skal halda á frá Villingardalsvegnum og oman í Gundadalshøllina, sigur Heini Eysturoy.

 

Arbeiðið fer væntandi at taka 14 dagar og kostar umleið eina hálva millión krónur. Heini Eysturoy vil tó ikki siga nakað um, hvussu nógv tað kostar eyka, at kloakkin ikki bleiv løgd samstundis sum rørini til fjarhita.

- Ætlanin at leggja nýggja kloakk allan vegin hevði kostað umleið 3 milliónir krónur, men tað ber ikki til beinleiðis at samanbera tølini, sigur Heini Eysturoy.