Gravsteinar og Danstein lagt saman

Við samanleggingini til P/f Gravsteinar-Danstein kann fyritøkan veita eina enn betri tænastu.

Sp/f Gravsteinar í Tórshavn og P/F Danstein í Runavík hava lagt saman og kallast nú P/f Gravsteinar-Danstein. Mikala Gulklett heldur fram á deildini í Tórshavn, og Jóngerð Lamhauge heldur fram á deildini í Runavík.

 

Tilsamans hava tær báðar 60 ára starvsroyndir við gravsteinum og eru góðar í ráðum, og við samanleggingini til P/f Gravsteinar-Danstein kann fyritøkan veita eina enn betri tænastu enn áður.

 

Í samanløgdu fyritøkuni siga tey, at Danstein heldur fram sum áður við stórari framsýning og kundamóttøku í Runavík, og Gravsteinar í Tórshavn halda eisini fram sum áður.

 

Tó verða nakrar um- og útbyggingar gjørdar í Tórshavn, har framsýningin verður dagførd og víðkað, og ein nýggj kundamóttøka verður bygd.

 

- Her verða góðar umstøður hjá viðskiftafólki at fáa vegleiðing og síggja eitt stórt úrval av dekoratiónum, lampum og øðrum, men verkstaðurin verður óbroyttur, siga tey í samanløgdu fyritøkuni.