fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Heðin Mortensen 20.12.2017 (15:33)

Greiðið so hasa krúlluna!

Nú jólini standa fyri durum, vil eg heita inniliga á Kristinu Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Anniku Olsen um at fara aftur til samráðingarborðið, so sáttmálin hjá pedagogunum ikki verður jólatrøll. Og somuleiðis vil eg heita á Pedagogfelagið um at vera til reiðar at samráðast – ongantíð ov skjótt!


Øll duga at síggja, at fæst ikki faklig javnstøða, har útbúgvingarnar eru skipaðar eftir sama leisti, blívur »krúllan« við at vera har, so tí ræður um at fáa greitt hana nú.


Eg taki fult undir við, at funnin verður ein góð og virðilig avtalu, har sama útbúgvingarstig gevur somu løn, tí vit hava ikki brúk fyri stríði á jólum, men friði.


Heðin Mortensen
býráðs- og løgtingsmaður


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her