Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2019 (20:15)

Greiður meiriluti fyri Skálafirði

Ein greiður meiriluti var á fólkaatkvøðuni í Skálafirði í kvøld.

 

48 søgdu, at bygdin eitur Skálafjørður, meðan 26 søgdu, at hon eitur Skálabotnur. Tað svarar til 64,8 prosent móti 35 prosentum, so stívliga tveir triðingar søgdu, at at bygdin eitur Skálafjørður.

 

74 fólk greiddu atkvøðu av 83, sum høvdu valrætt í bygdini. Tað vil siga, at valluttøkan var 89 prosent.

 

Arnleyg Petersen, forkvinna í valstýrinum

 

Fólkaatkvøðan í Skálafirði er vegleiðandi. Tað er Runavíkar kommuna, sum hevur skipað fyri henni, fyri at fáa greiði á, hvat hon skal svara Staðarnavnanevndini.

 

Tað var eftir at Landsverk broytti eitt skilt í bygdini, at íbúgvar í Skálafirði vendu sær til myndugleikarnar við einum ynski, um at fáa rætta navnið á bygdini. Sum støðan er nú, eru tvey skilt, sum vísa veg til bygdina, men bygdin eitur Skálabotnur á øðrum og Skálafjørður á hinum.

 

Tá íbúgvar vendu sær til Staðarnavnanevndina, vendi hon sær til Runavíkar kommunu, fyri at hoyra hennara meining um málið.

 

Fólkaatkvøðan er tó bara vegleiðandi, tað er framvegis Staðarnavnanevndin, sum skal taka endaliga avgerð í málinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her