fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Árni Gregersen 14.11.2017 (09:10)

Greining: Fer Bjarni Hammer í landsstýrið?

Brot úr greining  í Sosialinum í gjár. Les meira í blaðnum, sum er til sølu nú

 

Sjálvt um samband hevur veirð millum Miðflokkin og samgonguna, so er lítið, sum bendir á, at flokkurin verður partur av samgonguni. Men ein loysn skal finnast og tað liggur fyrst og fremst á løgmanni at koma við einum útspæli. Ein møguleiki er, at hann fer at tilnevna Bjarna Hammer sum landsstýrimann í staðinfyri Henrik Old.  At Henrik Old fer at taka undir við uppskotinum til fiskvinnunýskipan er sannlíkt og samstundis sleppur Bjarni Hammer so undan at atkvøða fyri málinum.

 

 

Hetta er ikki nóg mikið til 17 atkvøður, men samgongan arbeiðir eisini uppá at fáa Magna Laksáfoss úr Sambandsflokkinum at taka undir við uppskotinum. Magni Laksáfoss hevur fleiri ferðir sagt, at so langt eru partarnir ikki frá hvørjum øðrum, at ikki tilber at finna eina loysn.

 

Spurningurin er so bara um Magni Laksáfoss vil venda Sambandsflokkinum bakið og taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Tað er eitt ógvusligt politiskt sats, sum fá tingfólk tora at gera. Hin taktikkurin er tann, sum tað sær út til at løgmaður brúkar: hann setir teir báðar tingmennirnnar hjá flokkinum á Tvøroyri upp í vindin, so ein og hvør sær, at tað eru teir báðir sum forða fyri, at virðini í samfelagnum verða býtt øðrvísi, soleiðis sum samgongan skrivar í samgonguskjalinum.

 

 

Telvingin heldur fram hesa vikuna, men politiskt kann sigast púra greditt, at noyðist samgongan at slppa nýskipanaruppskotinum ella útseta  tað í eitt ár, so er tað eitt álvarsligt afturstig fyri samgonguna. So er ongin vón fyri, at ein stjórnarskipan verður samtykt og ei heldur ein pensjónsnýskipan. Buldrið um fiskvinnunýsklipanina ger, at áralagið millum teir tríggjar flokkarnar versnar. Javnaðarflokkurin isolerar seg á hendan hátt frá hinum báðum flokkunum. Tað kann kosta eitt skrædl, sum endar við einari heilt nýggjari samgongu.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her