Greta millum spennandi nýggj nøvn

Tað er ikki einans á sjálvum høvuðslistanum, at føroyingar eru umboðaðir á Nordic Playlist. Greta Svabo Bech er millum nøvnini á Up and Coming listanum.

Tað er ikki einans á sjálvum høvuðslistanum, at føroyingar eru umboðaðir á Nordic Playlist. Greta Svabo Bech er millum nøvnini á Up and Coming listanum.

Umframt at lata ritstjórar velja norðurlendskan tónleik til høvuðslistan á Nordic Playlist vísir heimasíðan eisini tey nýggjastu og mest spennandi talentini, og hesa vikuna, er eitt føroyskt navn ímillum hesi.

Les um Gretu og hini Up and Coming nøvnini á Nordic Playlist


Nordic Playslist skrivar soleiðis um Gretu:

“Greta Svabo Bech ger seg til reiðar til eitt fruktargott 2014, eftir at hava stungið tærnar í tilveruna sum einstaklingur í fjør. Føroyska listakvinnan gjørdist kend í samstarvi við listafólk sum Deadmau5 og The Bloody Beetroots, áðrenn hennara egna lag ‘Shut Up And Sing’ fangaði okkara uppmerksemi seinasta summar.

Nú er fokus á komandi árið - eitt ár har Greta hevur lovað at geva út eitt konsept album, deilt upp í fýra EP’ir, eina fyri hvørja árstíð, harav tann fyrsta kemur í mars.”

Á heimasíðuni ber eisini til at hoyra lagið ‘Brave Moon’, ið tey lýsa sum eina smakksroynd av delikata, innviklaða og dynamiska arbeiðinum, ið henda unga føroyska listakvinnan so við stórum hegni skapar.

Hoyr lagið Brave Moon hjá Gretu her