Greta spælir fyri Rolling Stone Magazine

Tá italsku The Bloody Beetroots skuldu spæla unplugged fyri Rolling Stone Magazine, so var føroyska Greta boðsend.

Greta Svabo Bech hátíðarhelt 10 ára haldið hjá italsku útgávuni av Rolling Stone Magazine við akkustiskum upptøkum saman við italska bólkinum The Bloody Beetroots.

Hvussu ein electro/dance/house/punk bólkur ljóðar unplugged er ein áhugaverdur spurningur, ið vit fáa svaraðan, tá upptøkurnar í næstum vera tøkar. Fyri Gretu var upplivingin í øllum førum bæði inspirerandi og kul og hon bólkurin var .

Á seinastu útgávuni hjá The Bloody Beetroots átti Greta sangrøddina á lagnum "Chronicles of a Fallen Love", ið tit kunnu hoyra omanfyri. Men í sambandi við upptøkurnar hjá The Rolling Stone Magazine, sang Greta eisini sangin "Glow in the Dark", ið er av somu útgávu.

- Vit spældu fleiri útgávur av sangunum inn, heilt akkustiskt. Eg veit ikki heilt, hvussu teir verða útgivnir, men í øllum førum umvegis netið, sigur Greta, ið eisini veit at siga, at ljóðblandið er í gongd, hóast hon ikki enn kennur endaliga útgávudagin.

Greta, ið áður hevur fingist við tónleik í Onglandi, býr nú í Føroyum og fæst við at innspæla og skriva tónleik undir egnum navni. Men hon er eftir øllum at døma eisini umbiðin í útlandinum.