Greta Svabo Bech selt lag til Cher

Føroyska Greta eigur lag á nýggju fløguni hjá Cher

Amerikanska poppdrotningin Cher gevur 24. septembur sína fyrstu fløgu út í næstan 12 ár. Á útgávuni, sum eitur Closer to the Truth, eru 14 løg, og føroyska Greta Svabo Bech eigur orð og lag til sangin “My Love”.

 

Tað skrivar Røddin, sum er netverk av ungum skrivandi, og sum nú er ungdómspallur hjá Kringvarpinum:  http://kvf.fo/roddin/

 

- Eg skrivaði “My Love” fyri nøkrum árum síðan við bólkinum, sum eg var við í tá. Sangurin er um sjeikin hjá mær,, sigur Greta.

 

Síðan Greta skrivaði lagið fyri nøkrum árum síðan, hevur tað ferðast ígjøgnum  fólk í tónleikavinnuni, og Mark Tylor, ið produserar fløguna hjá Cher, fekk hendur á tí. Hann hevur eisini produserað kendasta lagið hjá Cher, “Believe” frá 1998, sum er eitt av best seljandi poppløgunum í søguni.

 

Hesa vikuna koma eisini trý remiks út av lagnum “Shut Up and Sing”, sum Greta gav út í summar. Tað eru Zed’s Dead, Designer Drugs og The Frederik, sum remiksa lagið, og fríggjadagin verða tey øll latin út á eini EP, skrivar Røddin.

 

Greta Svabo Bech er ikki knýtt at nøkrum plátufelagið, men gevur sjálv sín tónleik út. Eftir mong ár í útlondum,  fluttu hon og sjeikurin til Føroya í summar , og tey hava bygt studio í Miðvági. Har framleiða tey hennara tónleik. 

 

Cher hevur selt meira enn 100 milliónir solo-útgávur.

 

- Hetta er fantastiskt fyri meg sum sangskrivara. Ofta føli eg meg meira sum sangskrivara enn sum sangara, tí eg havi altíð skrivað, síðan eg var heilt lítil. Hetta kann fáa øgiliga stóran týdning, tá eg skal skapa kontaktir í tónleikabransjuni, tí eg kann vísa á, at eg havi arbeitt við einum so stórum tónleikara, sigur Greta m.a. við Røddina.