Leita á in.fo

16 ára gamla Greta Thunberg (Mynd: Ritzau/Scanpix)

Pætur Hjalmar Evensson 14.03.2019 (15:10)

Greta Thunberg tilnevnd friðarvirðisløn Nobels

16 ára gamla Greta Thunberg, sum er svenskur veðurlagsaktivistur, er nú tilnevnd friðarvirðisløn Nobels. Tað eru tríggir limir í norska Sosialistisk Venstreparti, sum hava tilnevnt unga aktivistin. Hesir politikararnir siga seg vænta, at tann umfatandi rørslan, sum Greta Thunberg hevur lagt lunnar undir, er eitt týdningarmikið íkast fyri friði.

 

- Vit hava tilnevnt Gretu Thunberg, tí veðurlagshóttanin er allarhelst ein av teimum týdningarmestu orsøkunum til kríggj og konfliktir, sigur norski limurin í Sosialistisk Venstreparti Freddy Andre Oevstergaard við norska miðilin, VG.

 

Í tríggjar vikur í summar skulkaði hon úr skúlanum fyri at mótmæla manglandi politiska viljanum hjá politikarunum til at taka veðurlagsbroytingarnar í álvara. Hetta var undan valinum til svenska ríkisdagin, og hon fann seg til rættis uttan fyri svenska ríkisdagin. Hon sá onga orsøk í at investera í sína framtíð, um politikararnir ikki settu veðurlagsbroytingarnar á dagskránna fyri at tryggja framtíðina hjá jørðini.

 

Greta Thunberg er blivin ein altjóða fyrimynd, og síðan tá hava børn og ung kring heimin fylgt hennara fótasporum og raðfest veðurlagið fram um skúlan fríggjadagar - og nú luttaka fólk í øllum aldri - eisini í Føroyum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her