Greta unplugged á Rolling Stone

Tá italsku The Bloody Beetroots skuldu spæla unplugged fyri Rolling Stone Magazine, so var føroyska Greta boðsend, og nú er lagið tøkt.

Sum in.fo skrivaði í fjør hátíðarhelt Greta Svabo Bech 10 ára haldið hjá italsku útgávuni av Rolling Stone Magazine við akkustiskum upptøkum saman við italska bólkinum The Bloody Beetroots.

Tá vóru upptøkurnar ikki tøkar, og tí bar bert til at gita, hvussu ein electro/dance/house/punk bólkur ljóðar unplugged, men nú lagið “Glow in the Dark” tøkt.


Hoyr lagið her


Á seinastu útgávuni hjá The Bloody Beetroots átti Greta sangrøddina á lagnum "Chronicles of a Fallen Love". Men í sambandi við upptøkurnar hjá The Rolling Stone Magazine, sang Greta eisini lagið "Glow in the Dark", ið er av somu útgávu, og tað er hetta lag, ið nú er tøkt.

Greta greiddi í sambandi við upptøkurnar, in.fo soleiðis frá:

- Vit spældu fleiri útgávur av sangunum inn, heilt akkustiskt. Eg veit ikki heilt, hvussu teir verða útgivnir, men í øllum førum umvegis netið,.

Greta, ið áður hevur fingist við tónleik í Onglandi, býr nú í Føroyum og fæst við at innspæla og skriva tónleik undir egnum navni. Eitt nú er hon í uppskotið til FMA heiðurslønina fyri besta lag, sum besta songkvinna og besta nýggja navn.