fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.08.2017 (20:50)

Grind deyð í Fámjin

Onnur grindin í Suðuroy í ár hevur nú lagt beinini. Tað var beint eftir klokkan 18 í kvøld, at grind varð funnin stutt úr landið vestanfyri Vágseiði og hon varð rikin til Fámjins.

Raksturin gekst væl og tað gjørdi drápið eisini, men tað mesta legði beinini á sjálvum skerinum, mitt í fjørðinum.

 

Sýslumaðurin, Jaspur Vang, sigur, at nú skulu hvalirnir sleipast upp á turt og merkjast og hann sigur, at tað verður ikki fyrrenn í morgin árini, at seðlarnir koma út.

 

Onkur hevur mett grindina  til eina 80 hval, men sýslumaðurin kann ikki siga, hvussu hon verður býtt fyrrenn hann veit, hvussu nógv grind, talan er um


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her